Kommunuskuldin munandi minkað

Eins og fleiri aðrar kommunur í landinum hevur Tvøroyri nógva skuld at dragast við.

Dan Nielsen,

virkandi borgarstjóri, valevni á samgongulistanum ? Lista A




Fyri at koma burturúr hesum so skjótt sum gjørligt, er rættuliga stórur partur at skattainntøkuni farin til at gjalda lán niður við. Hetta tal hevur verið umleið 16 milliónir sein-astu 4 árini.

Treyðugt so tá nógv fer til avdráttir og rentur, so verður okkurt at liggja á láni, ella útskoti eitt sindur.

Tó eru glottar fyri framan, tí nú munar rættuliga.

Tá tað tykist sum ivamál eru um hvør skuldin hjá Tvøroyrar Kommunu er, verður tí komið við fylgjandi upplýsingum borgarunum til kunningar:

Taka vit árið 1995 sum eina byrjan, skyldaði kommunan 170 milliónir. Við árslok 2000 verður skuldin niðri á 130 milliónum. T. v. s., at niðurgoldnar eru 40 milliónir seinastu 5 árini.

Taka vit so ta ætlaðu saneringina uppá umleið 23 milliónir, verður skuldin at ligga um 108 milliónur við árslok 2000.

Fara vit so 4 ár fram í tíðina t. v. s. árslok 2004, verður mett at skuldin liggur eitt stað ímillum 60 og 70 milliónir.

At Tvøroyrar Kommuna hevur goldið so nógv niður av skuldini, hevur ikki verið uttan avleiðingar fyri tann einstaka borgaran. Vit hava havt 23 % í skatti - eitt tað hægsta í landinum.

Í fjør settu vit tó procentið niður á 22,5 %. Hetta góðtók landsstýrið.

Uppskot er frammi um at varðveita verðandi skattaprocent, meðan barnafrádrátturin verður nakað hægri enn seinasta ár. Hetta verður gjørt í tí treysti, at kommunan heldur enn fegin vil hava ungar familjur at flyta til Tvøroyrar, og tí vera við, saman við verð-andi borgarum at mynda framgongdina ið er í bygdini.

Framgongdin sæst við at fólkatali er vaksandi aftur. Pr. 30.9.2000, búgva 1829 fólk í kommununi.