Seinasta leygardag bleiv tann gamla skrivstovan hjá Hósvíkar kommunu tikin niður Leygardagin varð gamla kommunuskrivstovan í Hósvík tikin niður.
Húsini, sum vóru í ringum standi, havam leingi staðið uttan nakað serligt endamál. Mett varð ikki, at tað loysti seg at umvæla tey, men heldur at taka tey niður, so atkomuviðurskiftini til økið, sum í byggisamtyktini er lagt av til almennar stovnar, er í lagi.
Bygt verður sostatt ikki aftur á grundina, men ætlanin er at leggja ein veg har, skrivar Sunda kommuna á heimasíðu síni.










