Kommunuskúlin skal javnast við jørðina

– Kommunuskúlin stendur sum ein yvirvaksin risi mitt í býnum og tað einasta rætta er at javna hann við jørðina.

Tað heldur Jógvan Arge, varaborgarstjóri í Havn.

Nógv kjak hevur verið um, hvat Kommunuskúlin í mið­bý­num í Havn skal brúkast til.

Nevnt hevur verið at gera hann til innandura spæli­pláss, innandura par­k­er­ings­pláss, bókasavn ella íbúðir.

Men tað seinasta, sum mest hevur verið tosað um, er at gera hann til eitt ment­an­ar og virkishús til list og virk­semi av øllum handa slagi.

Men Jógvan Arge, vara­borg­ar­stjóri, er av eini heilt aðr­ari áskoðan.

– Tað einasta rætta er taka hann niður sigur hann.

– Býarskipanarliga er hann ikki nakað prýði. Hann sig­ur, at hann stendur sum ein yvirvaksin risi mitt í bý­n­um og fjalir fyri útsýnið og tek­ur alt ljósið frá teimum øll­um nærhendis.

– Tað einasta, sum sæst hjá øllum teimum, sum eru rund­a­num Kommunuskúlan, er ein stórur, gulur be­tong­vegg­ur.

Hann er eitt stórt, gult spøk­ilsi, sum als ikki passar inn í býarmyndina.

Tað hevur verið víst á, at tað kostar einar 30 milliónir at dagføra komm­un­u­skúla­gar­ð­in, har ein trup­ul­leiki er, at hann hevur sopp.

Men hesum rokn­i­stykk­i­num hevur Jógvan Arge púra einki álit á.

– Vit umvældu ein barna­garð í Hoyvík, sum kann vera í trimum skúlstovum í Komm­un­u­skúlanum og tað kost­aði 16 -17 milliónir.

– So at umvæla Kommu­n­u­skúlan ­kostar heldur einar 100 milliónir, sigur Jógvan Arge.

Tað er so gamalt og illa far­ið, eitt nú at soppi, at tað verð­ur ómetaliga dýrt at um­væla áðrenn tað kann brúk­ast til nakað sum helst.

– Hann hevur livað sítt lív og nú eiga vit at taka hann niður, leggur var­a­borg­ar­stjór­in afturat.

Hann sigur, at tað er neyð­ugt, at býráðið við­gerð spurn­ing­in um kommunuskúlan nógv meiri nágreiniliga og tí vil hann ikki binda seg til tað seinasta, sum hevur verið frammi um at gera hann til ment­an­ar­setur.