Samstundis sum farið verður undir at gera víðfevnda heildarætlan fyri Tórshavnar kommunuskúla, fær skúlin seks fyribils skúlastovur at ráða yvir, meðan hann verður umvældurm umbygdur og nútímansgjørdur yvir næstu tvey til trý árini. Tórshavnar kommuna fer nú undir fyrireikingarnar til stórt umvælingar- og umbyggingararbeiði í Tórshavnar kommunuskúla, so hann í framtíðini kann liva upp til tey krøv, ið verða sett nútíðar skúlum. Skjøtul verður settur á arbeiðið um miðjan august.
Fyrsta stigið er, at ein arkitektur skal gera forkanningar og síðani eitt yvirskipað skitsuuppskot um, hvussu framtíðar kommunuskúlin í Havn skal síggja út og brúkast sigur borgarstjórin Heðin Mortensen. Í hesum arbeiði fer arkitekturin at vera í samráð við allar viðkomandi partar, so røkkast kann fram til tað besta úrslitið.
Miðað verður eftir, at yvirskipaða skitsuuppskotið um ársskiftið skal til politiska viðgerð. Síðan verður bygginevnd sett, og prosjektið koyrt víðari eftir mannagongdini fyri bygging hjá Tórshavnar kommunu.
Longu í 2002 fór umsitingin hjá Tórshavnar kommunu undir at fyrireika eina heildarætlan, og í 2004 varð ein slík ætlan politiskt samtykt í mentamálanevndini. Síðani kom av ymsum ávum steðgur í arbeiðið, men nú verður tað tikið upp aftur og gjøgnumført úr enda í annan.
Seks stovur aftrat
Meðan arbeiðið við heildarætlanini fer fram, verða seks fyribils skúlastovur settar upp við skúlan, og verður helst brúk fyri teimum í tvey til trý ár. Tvær teirra skulu ætlandi standa í garðinum hjá Frøken Cohr, og hinar fýra verða settar upp aftan fyri Sjónleikarhúsið, sigur borgarstjórin. Umsókn um byggiloyvi verður viðgjørt í Byggi- og býarskipanarnevndini mánadagin.
Tá Tórshavnar kommuna fyri summarfrítíðina bað um skúlastovurnar, fekk kommunan at vita, at tær kundu standa klárar, tá skúlin byrjaði aftur. Men greitt er nú, at henda tíðarætlan ikki fer at halda, umframt at ikki ber til at seta stovurnar upp í ovara enda á Grasagarði, sum upprunliga ætlað.
Tí byrjar skúlagongdin í Tórshavnar kommunuskúla við somu hølisloysn sum áðrenn summarfrítíðina. Partvíst verða serhøli í skúlanum brúkt til vanliga floksundirvísing, samstundis sum avtalan um Bridgehúsið verður longd. Men í viku 38 og 39 sleppur skúlin at brúka tær seks nýggju skúlastovurnar, sigur borgarstjórin.