Eisini verða uppvørpur settar upp í skúlastovunum. Tríggir-fýra næmingar vera um hvørja teldu, og við uppvørpunum fær teldan verðið ein aktivur partur av undirvísingini – bæði sum felagsundirvísing og til næmingaframløgur. Hetta stendur skrivað á heimasíðuni hjá Føroya Lærarafelag. Har stendur eisini, at tey í Kommunuskúlanum vóna, at skrivligu royndirnar í føroyskum, donskum og enskum stíli hjá 9. og 10. flokki kunnu skrivast á teldu. – Hetta vónandi til jólaroyndina um eitt ár, skrivar heimasíðan hjá Føroya Lærarafelag.










