Jógvan í Løðuni, Eiði.
Kommunusamanleggingin verður soleiðis borin fram, at fólk standa eftir við eini óprógvaðari sannføring um at kommunusamanlegging er gull og grønar líðir har sokallaði “kraftsentur” spíra og spríkja upp mest sum av sær sjálvum, íbúgvandi megin í lokal- og heimstaðarkennsluni er ikki brúk fyri longur.
Tað merkisverda við hesum miðvísa samanleggingararbeiði er at eingin ítøkiligur positivur og negativur listi hevur verið at sæð, meðan orð hava ikki trotið í luftini um allar teir ókendu møguleikarnar ið fólkið kann vænta sær, saman við ikki heilt sørt av ókendum vanlukkum um ikki treytaleyst verður tikið við lovaðu leysu lyftunum.
Tað einasta fasta í hesum málið er ein leys giting um hvat skal leggjast út til kommununar - kommununar vita ikki og løgtingsmenninir vita heldur ikki.
Um eg ditti mær at gita um t.d. skúlamál fella 100% til kommununar, so verður ikki bert talan um eitt lønarkontór, men um starvsnormeringar við tilhoyrandi lønarútreiðslum – tá kemur heilt vist at standa á teimum barnafátøku skúlunum og kommunustýrislimunum í teimum “víðu” kommununum, eingin ivi um tað – kannska eisini á teimum bygdunum ið eru nær uppat hvørjari aðrari, sum t.d. Sandavágur/Miðvágur, Leirvík/Gøtudalur og Toftir/Runavík.
Eldraøkið líkist nakað skúlaøkinum, við kommunalari luttøku við bygningunum. Um tað verður lagt út í fullum líki, so slepst neyvan undan at javna okkurt eftir muninum millum gamalt og ungt fólk, serliga sunnanfjørðs. Hetta sigur so mikið, at innlendismálaráðharrin eigur at byrja við tí sunnara endanum á kommunumálunum. Tann norðari endin er ikki so ringur at greiða, um ikki annað so greiðir hann seg í sjónum.
Tað sum kundi verði gjørt, er at lati Tórshavnar kommunu tikið størri partar á seg sum tað fyrstu royndina. Sandoyggin hevði verið eitt gott og veruligt royndarøki í verandi líki.
So hvørt sum Norðanfjørðs verður bundið uppaftur tættari saman, so dragnar Sunnanfjørðs samsvarandi longur burtur. Hetta elur í okkum norðanfjørðs eina spakuliga ótilvitaða skuldarkennslu, sum kann skapa grundarlag fyri eini neyðugari tilgongd um serlógir fyri Surðuroynna. Hesa tilgongd síggja vit longu nú í tí politisku havsbrúnni.
Kommunumálaráðharrin eigur at leggja sína orku í okkurt slag av kommunupakka fyri Suðuroynna við serlógum samtyktum av løgtinginum, møguligt sum eina kommunu, um tað er best fyri Suðuroynna. Kommunal inntøkujavning í oynni kundi verið í pakkanum, um talan verður um fleiri enn eina kommunu.










