Ein kommunusamanlegging í Vágum tykist eftir øllum at døma at vera heilt nær. Fólkaatkvøða verður í næsta mánað í Bø og Gásadali um at leggja kommununa saman við Sørvágs Kommunu.
Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggja Sóknar Kommunu, sigur, at á bygdarráðsfundi týskvøldið varð avtalað, at finnast skal fram til eitt uppskot, sum sendast skal í hvørt hús í Bø og Gásadali, so fólk fáa kunnað seg um málið, áðrenn tey skulu taka støðu.
Seinni verður so ein kunnandi fundur hildin fyri borgarunum í kommununi. At enda verður so ein vegleiðandi fólkaakvøða, har borgararnir skulu siga, um teir eru fyri ella í móti samanlegging.
Borgarstjórin í Bø sigur, at fundast hevur regluliga verið um samanleggingina, og nú er komið hartil, at hann væntar, at málið kann avgreiðast í mars mánað. Ætlanin er so, at samanleggingin skal fá gildi frá nýggjárinum. Kommunuval verður í heyst, og tá verður ætlandi valt eitt samlað bygdarráð.
Tað er eitt sindur ymiskt, hvat fólk halda um hesa samanleggingina. Borgararnir hava hug at halla báðar vegir, og bygdarráðið hevur gjørt av, at eingin endalig avgerð verður tikin, fyrr enn ein vegleiðandi fólkaatkvøða hevur verið um málið. Hóast tað, at bygdarráðið hevur fullan rætt til at taka ta avgerðina einsamalt.
Verður úrslitið, at fólk vilja leggja saman við Sørvágs Kommunu, verður beinanveg farið í gongd við tær fyrireikingarnar, sum krevjast. Verður tað hinvegin so, at meiriluti er í móti samanlegging, er einki at fyrireika, sigur Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggjar Sóknar Kommunu.
Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs Kommunu, sigur, at har er eingin avgerð tikin í málinum enn. Bygdarráðsfundur verður í komandi viku, og tá fer bygdarráðið at viðgera málið og helst taka eina støðu, sigur hann.