Kommunusamanlegging undirskrivað

Sørvágs Kommuna og Bíggjar Sóknar Kommuna verða ein kommuna frá 1. januar 2005. Sáttmálin um samanleggingina varð undirskrivaður í Tindhólmi hóskvøldið

So er tað endaliga staðfest, at tað verða tríggjar kommunur í Vágum frá 1. januar 2005. Sáttmálin um at leggja Sørvágs Kommunu og Bíggja Sóknar Kommunu saman, varð undirskrivðaður í Tindhólmi tann 1. juli.
Nýggja kommunan fer at eita Sørvágs Kommuna og fevnir um alt øki uttan fyri fossarnar, sum renna úr Sørvágsvatni og Fjallavatni. Bøsdalafoss fyri sunnan og Reipsáfoss fyri norðan. Tað verða sjey limir í nýggja bygdarráðnum. Tað eru tríggir færri, enn tað eru í báðum bygdarráðunum í dag.
Eina 84 merkur verður nýggja kommunan, roknaði onkur út í Tindhólmi hetta kvøldið. Og teir, sum morgírigastir vóru, funnu beinanveg útav, at um nú Mykines eisini var við, hevði hetta ivaleyst verðið størsta markatalskommunan í landinum.Tó fekst hetta ikki váttað soleiðis upp á standandi fót.
Arbeitt hevur verið við hesi samanleggingini í eini tvey ár ella so, segði borgarstjórin í Bíggjar Sóknar Kommunu, Jógvan Páll Joensen, eftir at undirskrivað var. Málið hevur verið til fólkaatkvøðu í Bø og Gásadali, har ein meiriluti samtykti at leggja saman. Mikukvøldið var bygdarráðsfundur um málið, har bygdarráðið einmælt smatykti samanlegginina, og so var bert eftir at skriva undir. Gjørt varð av at skriva undir í Tindhólmi.
?Hetta er symbolskt, greiðir Jógvan Páll Joensen frá. Hoyvíkingar áttu Tindhólm í gomlum døgum, men vágamenn vildu hava hann vestur. Tí tóku sørvingar og bíggjarmenn seg saman um at keypa hann aftur. Hetta samstarv bar frukt, og vit vóna somuleiðis, at hetta nýggja smastarvið millum sørvingar og bíggjarfólk fer at verða fruktargott. So hildið varð, at tað var rætt at byrja júst í Tindhólmi.
At báðir borgarstjórarnir, sum skrivaðu undir samanleggingina í Tindhólmi hóskvøldið, vóna, at hildið verður fram við samanlegging í Vágum, duldu teir ikki fyri á samkomuni, sum var í samband við undirskrivingina.
Bæði Eivin Jacobsen og Jógvan Páll Joensen mæltu hinum báðum kommununum í oynni, Miðvágs og Sandavágs kommunum, til at hugsa álvarsliga um møguleikan at gera allar Vágar til eina stóra kommunu.
Eisini umboðini fyri Sandavágs kommunu og Felagskommununa í Vágum, sum vóru gestir á hátíðarhaldinum í Tindhólmi, søgdu við Sosialin, at tey halda tað vera rætt at taka málið upp og viðgera tað í álvara. Tey løgdu tó dent á, at tað verður eingin avgerð tikin í hesum valskeiðnum, sum er úti á nýggjárinum. Men tað er rætt at taka málið upp í samband við komandi kommunuval, eru kommunalpolitikarar í Vágum samdir um.