Kommunusamanlegging og vetrarfriðing fyri á bygdaráðsfundi

Sandavágs Kommuna viðgjørdi í gjár kommunusamanlegging við Miðvágs Kommunu og eisini vetrarfriðing av bønum. Á bygdaráðsfundinum, sum var í Sandavági í gjár, týsdagin 26. august, vóru millum málini, sum viðgjørd vóru - kommunusamanlegging við Miðvágs Kommunu og vetrarfriðing av bønum í Sandavági.

Sum skilst, so hevur verið arbeitt við einum sáttmála um kommunusamanlegging. Bygdaráðið varð, á fundinum í gjár, kunnað um hvussu langt arbeiðið er komið, ætlanin er at kommunurnar skulu leggja saman áðrenn kommunuval verður, men sjálvandi skal ein slík avgerð út til fólkaatkvøðu. Miðvágs kommuna hevur enn ikki havt umrødda upplegg til viðgerðar.

Eisini vórðu bygdaráðslimirnir kunnaðir um málið um vetrarfriðing, eitt ávíst fyrireikingararbeiðið er gjørt, í samband við at vetrarfriða bøin í Sandavági, m.a. hevur fundur verið við hagapartarnar, sum eiga bøin, sum liggur upp at bygdini, men enn er eingin avtala fingin í lag.