1. apríl er dagurin, tá fólk mugu vera serliga varin tá tey ferðast á sosialum miðlum, heimasíðum og tíðindasíðum, um tey ikki ynskja at falla fyri eini hvítari lygn. In.fo hevur samlað nakrar av teimum søgunum, ið hava verið at sæð í føroyskum miðlunum í dag, ið møguliga ikki eru heilt sannar. Undir yvirskriftin Andrew av Fløtum ger comeback kundi Norðlýsið stutt eftir midnátt avdúka, at HB-legenda tekur fótbóltsskógvarnar av hillini aftur og hevur skrivað sáttmála við KÍ. Trýst her fyri at lesa hana.Men sambært blaðnum Kvinnu, so verður tað ikki í Effo-deildini, at Andrew av Fløtum skal spæla fyri KÍ, men í Kvinnudeildini. Kvinna er nevniliga vorðin nýggjur høvuðsstuðul hjá besta mansdeildini.
Les hana her.
Á in.fo bar til at lesa í morgun, at føroyska landsliðið loksins møtir Onglandi. Sum partur av fyrireikingunum til EM skal Ongland nevniliga spæla venjingardyst móti Føroyum 5. juni.
Les hana her.
Tað er tó ikki bara fótbóltsfjepparar, ið standa fyri skotum í dag. Sjóvarkommuna kundi heilt óvæntað boða frá í dag, at Sjóvar og Tórshavnar kommuna hava lagt saman. Heðin Mortensen heldur fram sum borgarstjóri í nýggju kommununi, meðan Artur Johansen verður varaborgarstjóri.
Les hana her.
Meðan Artur Johansen og Heðin Mortensen finna út av teimum síðstu smálutunum viðvíkjandi kommunusamanleggingini, so hevur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, annað at hugsa um.
Sambært heimasíðuni hjá kommununi, so er borgarstjórin nevniliga ein av teimum, ið skal luttaka í Team Rynkenby í ár.
Til ber at lesa hana her.
Ein onnur kommuna, ið eisini royndi at lumpa borgararnar við einari apríl søgu, er Tvøroyrar kommuna. Á teirra heimasíðu ber til at lesa fylgjandi boð:
- Vegna bráðfeingis arbeiði á kloakkskipanina verður heitt á borgararnir á Tvøroyri um ikki at fara á vesi frá kl. 13 í dag til arbeiðið er liðugt.
- Víst verður til almenna vesið á havnarskrivstovuni, um tørvur er á tí.
Til ber at lesa hana her.
Tað at fleiri miðlar skriva um somu søgu er heldur eingin trygd fyri, at hon er sonn. Bæði Vágaportalurin og Norðlýsið skriva nevniliga, at Krígssavnið hevur fingið eina stórfingna gávu frá Tórshavnar kommunu, nú havnarlagið verður umbygt. Tórshavnar kommunan hevur nevniliga avgjørt at lata kanónirnar á Skansanum til savnið.
Tær søgurnar kunnu lesast her og her.
Norðlýsið kundi eisini avdúka tvær serstakar søgur í morgun.
Fyrra var, at Klaksvíkar kommuna hevur selt samtakinum Christian í Grótinum Posthúsið, ið framyvir skal brúkast til niðursjóving av sild, meðan Norðlýsið eisini kundi avdúka, at Smyril Line nú er selt íslendingum.
Tær søgurnar kunnu lesast her og her.
Frælsur Ítróttur Føroya kom eisini við eini serligari fráboðan stutt eftir midnátt, tá teir løgdu eitt skriv út á heimasíðuna, har álagt var øllum íðkarum í talentbólkinum og oyggjaleikalandsliðnum at møta á Tórsbreyt seinnapartin, tí IAAF, altjóða ítróttarsamgongan, krevur dopingroyndir av øllum íðkarum, ið kappast á hægri stigi.
Les meira her.
Á In.fo bar til at lesa, at tað í nýggju íbúðunum á Biskupstorgi í Klaksvík verður ein serligur krani, har íbúgvar kunnu fáa bjór og sodavatn beinleiðis úr tangunum á Føroyar Bjór.
Til ber at lesa tí søguna her.










