- Nú verður neyðugt at gera eina nýggja, politiska semju um, hvussu kommunubygnaðurin í Føroyum skal skipast framyvir.
Tað staðfestir Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, sum nú hevur fingið kommunumál at umsita, eftir at Fólkaflokkurin fór úr samgonguni.
Á landsfundi í Skopun 26. mars, boðaði løgmaður annars frá, at nú var semja í samgonguni um at leggja Føroyar saman í níggju stórar kommunur frá 1. januar 2013 at rokna.
Men hendan semjan stendur ikki til longur, nú Fólkaflokkurin er farin úr samgonguni og vit hava fingið eina minnilutastjórn.
Og nú staðfestir nýsetta landsstýriskvinnan í kommunumálum, at tað verður neyðugt at gera eina nýggja semju ímillum politisku flokkarnar um kommunubygnaðin.
Hon sigur, at hon hevur havt fund við umboð fyri flokkarnar og hevur spurt um áhugi er fyri at brúka summarið til at viðgera ein framtíðar kommunubygnað.
Tað fara flokkarnir nú at umhugsa og so venda teir aftur til landsstýriskvinnauna.
Sjálv hevur hon góðar vónir um eitt úrslit, tó hon heldur, at talan var um ein góðan fund.
Hon vónar framvegis, at tað fer at bera til at leggja uppskot fyri Løgtingið á ólavsøku.
Men tað veldst um, antin tað ber til at finna eina semju ella ikki.
Ongar treytir
Spurningurin er so um tað framvegis er ætlanin, at kommunurnar skulu leggja saman í 2013 og um talan skal verða um níggju kommunur, soleiðis sum løgmaður boðaðu frá.
Men hetta er ikki nøkur treyt hjá Helenu Dam á Neystabø.
- Tað hevur alstóran týdning, at vit ikki seta treytaleys krøv, tá ið vit fara undir tær politisku tingingarnar um kommunurnar, sigur hon.
- Tað kunnu verða sjey kommunur, ella tað kunnu verða níggju. Men tað er greitt, at tað verður onkustaðni har á leið, sigur hon.
Hon heldur, at tað vildi eisini verið skeivt at tvíhildið um samanlegging í 2013, vissi treytin fyri eini semju er kommunurnar verða lagdar saman eitt annað ár.
Hetta ljóðar sum um at alt arbeiði nú skal byrja av nýggjum?
Tað afturvísir landsstýriskvinnan.
Hon leggur dent á, at tað er longu gjørt eitt nágreiniligt fyrireikandi arbeiði og at tað verður á hesum grundarlagi, at tær nýggju tingingarnar verða.
Men kortini skal rúm vera fyri at gera broytingar fyri at røkka eini politiskari semju.
Nøkur ár fram
Helena Dam á Neystabø sigur, at hennara mál er at finna eina politiska semju, sum skal ganga nøkur ár fram, til komið er á mál og ein verulig nýskipan er sett í verk.
- At leggja kommunur saman er bara ein partur í hesi nýskipan, tí vit skulu eisini finna semju um, hvørji málsøki skulu leggjast undir kommunurnar at umsita, hvussu tað skal fíggjast o.s.fr.
Hon leggur stóran dent á at fáa so stóra undirtøku sum gjørligt fyri eini semju, so at politikkurin á kommunuøkinum ikki liggur og rekist sum tongul í brimi, alt eftir, hvør samgonga situr.
- Nú vit sita í eini minnilutastjórn, hevur tað týdning, at vit brúka hetta høvi til at finna eina semju, sum so nógvir flokkar, sum gjørligt, taka undir við, sigur Helena Dam á Neystabø.
Hon leggur eisini dent á, at eru teir politisku flokkarnir sinnaðir at fara undir tingingar um kommunubygnaðin, er hetta eitt politiskt arbeiði, hon fer at raðfesta frammaliga í summar.
Men hon stúrir eisini fyri, at miseydnast tað hesuferð, er ein nýggj kommunuskipan skotin langt fram í tíðina
- Eg havi eina kenslu av, at eydnast tað ikki at finna eina semju um ein framtíðar kommunubygnað nú, verður tað seinur dagur, áðrenn nakað hendir, tí nú hevur tað verið á skrá so leingi, at øll eru við at troyttast av hesum, leggur hon afturat.
Eldraøkið - men ikki skúlin
Helena Dam á Neystabø sigur, at tað, sum hevur ligið í kortunum, er, at eldraøkið skal leggast undir kommunurnar at umsita.
Hinvegin leggur hon sjálv dent á, at skúlin skal ikki leggjast undir kommunurnar, tí har skal evsti myndugleiki varðveitast undir landinum.
Hinvegin skal skúlin skipast í øki, sum samsvara við tey níggju kommunumørkini og so verður hann samskipaður í hvørjum øki sær.
Tann fíggjarligi parturin verður eisini eitt tungt hoyggj at draga, tí spurningurin hevur verið um um kommunurnar skulu hava blokkstuðul frá landinum, tá ið tær eru lagdar saman, fyri at átaka sær at umsita nøkur málsøki, sum nú eru undir landinum.
Sjálv heldur Helena Dam á Neystabø, at tað hevur stóran týdning at finna ein fíggingarleist, sum ikki skeiklar skattatrýstið.
Eitt, sum hevur verið ein knútur í hesum sambandi, er, at landsskatturin er stigveksandi, samstundis sum at kommunuskatturin er ein fastur prosentpartur av lønini.
Verður kommunuskatturin hækkaður, rakar tað tær lægru inntøkurnar lutfalsliga hart.
Alt var klárt
Annars boðaði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður frá í formansfrágreiðing síni á landsfundi Sambandsfloksins í Samljóði í Skopun tann 16. Mars, at nú var alt klárt at leggja Føroyar saman í níggju kommunur.
Hann segði, at lógaruppskotini um at leggja Føroyar í níggju kommunur vóru skrivað og vóru klár at leggja fyri Løgtingið.
Ætlanin var at allar Føroyar skuldu leggjast saman í níggju kommunur frá 1. januar í 2013. Samstundis verður eldraøkið lagt undir kommunurnar at umsita og eisini skal fólkaskúlin skipast í níggju eindir tann 1. august í 2012.
Hann staðfesti eisini, at løgdu kommunurnar ikki saman sjálvboðið,
høvdu tær verðið lagdar saman við lóg.
Men, sum tað sæst í hinari greinini, er hendan semjan nú dottin á gólvið..