Kommunusamanlegging áðrenn kommunala útjavning

Anfinn Brekkstein, býráðslimur í Havn, sigur, at tað kemur ikki upp á tal við kommunalari fíggjarligari útjavning. Hinvegin biður hann heldur kommunurnar uttan fyri Havnina leggja saman í størri eindir.

Sambært býráðsliminum í Havn er trupulleikin, at kommunurnar eru ov smáar og ikki hava fíggjarliga orku at veita nøktandi og kappingarførar tænastur til sínar borgarar. Loysnin er als ikki at súgva til sín pening úr høvuðsstaðnum, men heldur at leggja saman í størri eindir, vil Annfinn Brekkstein vera við.

- Kommunusamanlegging til 5-7 kommunalar eindir í Føroyum er ultimativa fortreytin og kravið fyri, at ein útjavningarskipan fæst at virka optimalt og soleiðis, at sum mest fæst fyri avmarkaða skattapeningin, sigur hann.

Annfinn Brekkstein sigur, at í løtuni eru 30 kommunur í Føroyum og í stødd og styrki eru tær hvørki búskaparliga, fyrisitinarliga, fakliga og sosialt burðardyggar eindir.

- Tí vil ein kommunal fíggjarlig útjavning til hesar smáu kommunur verða oysl við almennum pengum og nyttu- og meiningsleyst, skrivar býráðslimurin.

- So niðurstøðan er stutt og greið - tað verður ongin kommunal fíggjarlig útjavning uttan ein kommunalreform ella nýggjan kommunubygnað í Føroyum, sigur Annfinn Brekkstein.