Kommunurnar vilja hava sín part

Kommunusamskipan Føroya átalar nú harðliga, at allar inntøkurnar, sum ætlanin er at fáa við tilfeingisskattin um á fiskivinnun og alivinnuna, skulu enda í landskassanum. Tí samstundis sum tað hendir, minkar um skattagrundarlagið hjá kommununum.

Tað sigur skipanin í eini viðmerking til ætlanina.

Kommunusamskipanin sipar til ætlanina hjá samgongini at áleggja fiskivinnuni og alivinnuni ein

eykaskatt upp á á 3,5 % av yvirskotinum omanfyri eina millión fyri skatt. Tað væntast at geva

landskassanum eina eyka inntøku upp á á 25 milliónir krónur.

- Hetta egur at verða býtt í millum land og kommunur, akkurát sum partafelagsskatturin, nevniliga so at 30 % fer til kommunurnar og 70 % fer í landskassan.

- Tað eru kommunurnar, sum fyri stóran part skapa vinnulívinum karmar og tí kann ikki góðtakast, at landið av sínum eintingum tekur allan ágóðan av einum øktum skattatrýsti á vinnuna, sigur Kommunusamskipanin.

Skipanin sigur, at hetta fer eisini at fáa avleiðingar fyri kommunurnar, tí við hesi ætlanini tekur landið 3,5 % av yvirskotinum frá fyritøkum fyri skatt og tað hevur við sær, at partafelagsskatturin minkar. Beinleiðis avleiðingin av hesum er, at kommunurnar fáa minni inn í partafelagsskatti.