Kommunurnar verða lagdar saman við lóg

KOMMUNUBYGNAÐUR Nú er klárt at leggja alt landið saman í níggju kommunur, sigur løgmaður

- Nú skulu allar Føroyar leggjast saman í níggju stórar kommunur
Tað staðfesti Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins á landsfundi hjá Sambandsflokkinum í Skopun leygardagin.
Og kommunur skulu leggjast saman við lóg, legði hann afturat.
Hann segði, at alt tað fyrireikandi arbeiði at broyta kommunubygnaðin er liðugt og at nú er klárt at leggja uppskotini fyri Løgtingið.
Og tey verða løgd fyri Løgtingið í seinasta lagi á Ólavsøku.
Hetta ber í sær, at frá 1. januar 2013 verður alt landið lagt saman í níggju kommunur
Samstundis verður eldraøkið verður latið teimum nýggju stórkommununum at umsita.

Nóg mikið tosað
Kaj Leo Holm Johannesen heldur, at nú er nóg mikið tosað um at broyta kommunubygnaðin.
- Málið er væl og virðiliga íligið og nú er avgerðin tikin, staðfestir hann.
Han staðfestir, at tað er ein flokkur, sum alla tíðina hevur barst ímóti hesum við hond og fót.
Hann nevndi ongi nøvn, men tað kann ikki vera nakar ivi um, at hann sipaði til Fólkaflokkin, har nógvir tinglimir hava mutað ímóti at leggja kommunur saman.
- Fyri at sleppa frá at taka støðu er tað lættast at siga, at málið ikki er nóg væl lýst, ella at tíðin ikki er búgvin til eina so stóra broyting.
- Men sannleikin er nokk tann, at tíðin hevur ongantíð verði lagaligari til at gera slíkar broytingar.
Hann leggur afturat, at tað er rættiliga stórur meiriluti í politisku skipanini at fáa kommunubygnaðin broyttan og tí er stundin nú komin at gera álvara av ætlanini.

Fólkið við
Hann skilir væl, at tað hevur verið ein ávís mótstøða móti nýggjum kommunubygnaði.
- Men aftan á at hava hoyrt kommunufeløgini, er mín niðurstøða, at næstan tveir triðingar av føroysku kommununum taka undir við hesum og bíða eftir, at landspolitikararnir taka støðu.
Hinvegin staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen eisini, at tað er alneyðugt at hava fólkið við og tí er ætlanin at skipa fyri borgarafundum kring landið, har landstýrisfólk greiða um nýggja kommunubygnaðin.
- Tá ið hetta er gjørt, fara vit at leggja uppskotini fyri Løgtingið í seinasta lagi á ólavsøku.

Fólkið spyrjast
Sune Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági, er ikki heitur talsmaður fyri at leggja kommunur saman.
Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum segði hann, at hann vil hava, at fólkaatkvøða verður í kommununum.
- Vit skulu ikki leggjast í somu song, uttan at spyrjast eftir, sigur hann.
Hann vil eisini hava embætisfólk at kanna eftir, hvussu tær samanleggingar, sum hava verið, hava roynst í verki, áðrenn fleiri kommunur verða lagdar saman.
- Hví fáa vit ikki at vita, hvussu royndirnar eru av teimum samanleggingum, sum hava verið, áðrenn fleiri samanleggingar verða, spurdi hann.
Hann gevur heldur ikki nógv fyri tað, sum altíð verður ført fram, at barnaansingin er eitt gott dømi um, hvussu nógv raskari kommunurnar eru enn landið.
Ført verður javnan fram, at barnaansingin er eitt dømi um, hvussu nógv betri kommunurnar klára at loysa eitt mál, enn landið, tí síðani kommunurnar yvirtóki ansingina, er hom blomstrað.
- Hatta er ov bíligt, Kommunurnar hava ikki gjørt annað enn at bygt barnagarðar og tað var ofta fyri læntan pening.
Tað dugdi han altso ikki at síggja tað stóra bragdið í, tí tí helt hann ikki, at tann grundgevingin kann brúkast.

10 ár
- Tað er ein vanlukka, at kommunurnar ikki langt síðani eru lagdar saman.
Tað var ein niðurstøða á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leygardagin
Fráboðanin frá løgmanni um at leggja kommunurnar saman, fekk sum heild góða undirtøku á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum.
- Høvdu kommunurnar verðið lagdar saman fyri 10 árum síðani, vóru vit langt síðani komin yvir alt tað kensluborna, sum liggur í eini samanlegging.
- Nú hava vit tosað so leingi um samanlegging, at nú eiga vit at boða frá, at ”tokið er koyrt” og at nú verður lagt saman við lóg.
Eisini Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag, sóknast eftir eini avgerð í kommunumálinum.
Ábjørn Djurhuus er ikki bara formaður í Kommunufelagnum.
Hann er eisini sambandsmaður og á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin, segði hann eisini sína hugsan um ætlanina at broyta kommunubygnaðin.
Hann heldur avgjørt, at tað er alneyðugt at ein avgerð verður tikin nú, antin tað so verða fimm, sjey, níggju kommunur
Hann sigur, at kommunurnar fáa partvís ikki virkað, tí tær sita og bíða eftir eini avgerð um kommunubygnaðin.
Summar kommunur eiga pening og vita ikki, um tær skulu skunda sær at brúka hann, áðrenn alt verður lagt saman
Hann veit eisini at siga, at summar kommunur aftra seg við at fara undir spillivatnsætlanina, tí tær bíða eftir samanlegging og so kann stórkommunan rinda fyri hana ístaðin.