- Tað einasta rætta er at kommunurnar selja Sev.
Tað heldur Asbjørn Djurhuus, býráðslimur í Sunda Kommunu. Hann er eisini formaður í Kommunufelag Føroya, men leggur dent á, at hetta er fyri hansara egnu rokning.
Hann heldur, at orkuveitingini hevur so avgerðandi týdning fyri eitt samfelag, at hon eigur at liggja undir landinum.
Men seinastu árini hevur gongdin verið tann, at landið tekur meiri og meiri vald á Sev.
- Sev kann ikki so frægt sum áseta prísin á streymi uttan at tað skal góðkennast av landinum, staðfestir hann.
Tað er eisini landið, sum ger av, hvussu orkan skal byggjast út, tí landið hevur ásett eitt mál fyri grønari orku, men tað skal vera Sev, sum skal lúka treytirnar.
Samstundis verður tosað um at gera avtalur við Ísland um a fáa orku haðani ígjøgnum kaðal og tað verður eisini tosað um, at Føroyar skulu útflyta orku niður á meginlandið í Evropa.
- Skulu avtalur gerast við onnur lond, má tað vera landið, sum ger tað og ikki kommunurnar.
Ásbjørn Djurhuus staðfestir eisini, at hóast kommunurnar eiga Sev á pappírinum, er stovnurin í dag rættiliga langt burtur frá kommununum, tí nú er tað ein nevnd, sum stýrir felagsskapinum.
Tí heldur hann, at tað einasta rætta er, at landið bara yvirtekur Sev.
Fæst nakar peningur burtur úr, kunnu kommunurnar brúka tað at rinda skuld við, ella til onnur gagnlig endamál.
Í løgtingi og landsstýri eru tað eisini fleiri, sum rógva fram undir at broyta ognarskapin í Sev, sum tikið verður til.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður staðfestir, at Sev hevur boðað frá, at felagsskapurin vil ikki einsmallur rinda fyri allar útbyggingar.
- Hetta er størsta avbjóðingin vit hava og vit eiga at taka politiska støðu til, hvørja støðu, Sev skal hava í samfelagnum og ein gongd leið kann vera at broyta ognarskapin til Sev, so at landsmyndugleikarnir fáa størri myndugleika.