Kommunurnar skulu hava burturav

Tað er ikki rættvíst, at eykaskatturin, sum er lagdur á serliga stóran vinning, skal allur í landskassan

- Tað er ikki rætt, at landskassin skal hava allan eykaskattin, sum er lagdur á fyritøkur, sum klára seg serliga væl.

 

Tað heldur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík.

 

Hann vil nú hava Kommunusamskipan Føroya at taka málið upp, so at kommurnar fáa sín part av skattinum.

 

Hann vísir á, at vanligi partafelagsskatturin er býttur sundur ímillum landið og kommunur.

 

Men nú ætlar samgongan at leggja ein eyka skatt á alt yvirskot yvir eina millión hjá fyritøkum í ali- og fiskivinnuni.

 

Og tær inntøkurnar skulu allar í landskassan.

 

Jógvan Skorheim vísir á, at tað er kommunurnar, sum hava tær stóru útreiðslurnar av at skapa vinnulívinum góðar karmar, bæði vegir, vatnveiting og annað. Men samstundis er tað landið, sum fær pengarnar í kassan.

 

- Tí eiga kommunurnar eisini at fáa sín stóra part av partafelagsskattinum.

 

- Tískil eiga kommunurnar eisini at fáa minst 60 prosent, at tí eykaskattinum, sum samgongan nú ætlar at áleggja fyritøkum, sum klára seg serliga væl.

 

- Tað er ikki rætt, at hann skal allur fara í landskassan og tað er ein spurningur, eg nú havi reist í Kommunusamskipan Føroya, sigur borgarstjórin í Klaksvík.

 

Hann sigur, at higartil hevur orðaskiftið bara snúð seg um, antin tað er rætt ella skeivt at áseta hendan eykaskattin.

 

Men eg haldi, at vit eiga eisini at viðgera spurningin um, hvussu skatturin skal býtast ímillum landið og kommunurnar, leggur hann afturat.