Kommunurnar missa 111 milliónir í inntøkum

Kristina Háfoss vil hava at vita, hvussu tann støðan skal bjargast

Ætlanin hjá andstøðuni um at hækka botnfrádráttin hjá kommununi fyri at veita fólki við láginntøku, fer at kosta kommununum 111 milliónir krónur í mistum inntøkum.

 

Tað staðfestir Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

 

Samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at lækka skattin hjá lág- og miðalinntøkum.

 

Men tey, við teimum allarlægstu inntøkum, fáa ikki skattalætta, tí tey rinda ikki landsskatt, og kommunurnar hava ikki vilja hjálpt til við at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum, tí tað kostar teimum ov nógv.

Tíu skal inntøkan vera nakað yvir 65.000 krónur, áðrenn talan verður um ein skattalætta.

 

Tað var annars upprunaliga ætlanin, men borgarstjórarnir í Løgtinginum settu seg ímóti tí.

 

Men nú skýtur andstøðan í Løgtinginginum, upp, at botnfrádrátturin í kommunuskattinum verður hækkaður úr 30.000 krónur um árið, 45.000 krónur um árið.

 

Tað merkir, at øll, sum forvinna undir 30.000 krónur, fara at rinda 250 krónur meir, tí ymisk avgjøld hækka.

 

Andstøðan sigur, at í fíggjarlógini, sum kemur til viðgerar seinni í dag, fara tey eisini at skjóta upp at gera broytingar, so at tað kortini ikki fer at raka kommunurnar. Men hvørji stig, ætlanin er at taka, vildi Bárður á Steig Nielsen ikki siga fyrrenn fíggjarlógin verður til viðgerðar.

 

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at uppskotið hjá andstøðuni fer at kosta kommununum 111 milliónir í mistari inntøku.

 

- Tað hevði verið ynskiligt at kommunurnar vóru við. Men skulu kommunurnar vera við, skal tað verða í samstarvi við kommunurnar, sigur landsstýriskvinnan. Tí skal spurningurin um kommunuskattin takast upp í sambandi við arbeiðið at gera eina nýggja skattaskipan, og tað er eitt arbeiðið, sum skal gerast næsta ár.