Eldraøkið
Verður eldraøkið lagt undir kommunurnar, skulu tær kommunur, sum ikki røkja sínar skyldur á økinum, vænta sær stórar rokningar frá Landssjúkrahúsinum.
Tað er ein støðugur trupulleiki, at fólk noyðast at verða innløgd á Landssjúkrahúsinum tí at tey kunnu ikki útskrivast av tí at ongin er at taka sær av teimum.
Men hesa tænastuna ætlar Landssjúkrahúsið sær ikki at veita ókeypis í framtíðini, sigur Jóan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni á skurðdeildini á Landssjúkrahúsinum.
Hann sigur, at á skurðdeildunum á Landssjúkrahúsinum er nakrar av sengrunum altíð upptiknar av røktarsjúklingum, sum eru liðugt viðgjørdur, men sum ikki kunnu útskrivast, tí at ongin er at taka sær av teimum.
? Talan er sostatt er ein rættiliga stórur partur av sengrunum upptiknar av fólki, sum als ikki hoyra heima á Landssjúkrahúsinum, men sum antin eiga at sleppa á stovn, ella eiga at koma undir heimarøktina.
Í summum førum er talan um røktarsjúklingar, sum hava ligið á Landssjúkrahúsinum í fleiri mánaðir, men sum ikki kunnu útskrivast, tí ongin er at taka sær av teimum, hvørki stovnur ella heimarøkt
Støðan er akkurát tann sama á medisinsku deild.
Jóan Petur Davidsen sigur, at sostatt eru tað fleiri sengur, sum vit ikki fáa brúkt til tað, sum tær eru ætlaðar til, nevniliga til sjúklingar, sum hava brúk fyri viðgerð.
Jóan Petur Davidsen sigur, at avleiðingin av hesum her, at í summum førum noyðast sjúklingar, sum hava brúk fyri viðgerð, at bíða óneyðuga leingi eftir at sleppa framat at fáa viðgerð.
? Hinvegin fáa vit illa útskriva sjúklingar, sum búgva heima, uttan at hava trygd fyri, at heimarøktin er til reiðar at taka sær av teimum.
? Hetta eru skattaborgarar, sum hava goldið skatt alt lívið, men nú tey veruliga hava brúk fyri at fáa nakað afturfyri, verða tey slept upp á fjall.
Landssjúkrahúsið situr við Svartaperi
Jóan Petur Davidsen sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum Landssjúkrahúsið hugsar ógvuliga nógv um, men ikki fær gjørt so nógv um.
? Hetta órógvar arbeiðsongdina á Landssjúkrahúsinum rættiliga illa, tí tað leggur hald á so nógv av okkara arbeiðsorku.
? Men støðan í dag er tann, at Landssjúkrahúsið situr við Svartaperi og ikki fær røkt sína skyldu til fulnar, tí at politikarar og heimarøkt svíkja sínar skyldur so grovliga, sum teir gera á eldraøkinum.
Jóan Petur Davidsen sigur, at samstundis verður tað væntað og beinleiðis kravt av Landssjúkrahúsinum, at tað fæst sum mest burturúr teirri játtan, sum Landssjúkrahúsið fær.
? Men so leingi ein fittur partur av sengrunum eru upptiknar av røktarsjúklingum, fáa vit ikki røkt okkara arbeiðið so væl, sum tað verður væntað og kravt av okkum.
? Hetta eru skattaborgarans pening og vit hava ábyrgd fyri, at vit fáa sum mest fyri hann.
føri.
Og leiðandi yvirlæknin vísur samstundis á, at ein sjúkrahússong er dýr.
? Tað er ein rættiliga dýr loysn at hava røktarsjúklingar á Landsjúkrahúsinum. Tað kostar fleiri ferðir tað, sum eitt pláss á einum røktarheimi kostar. Eitt pláss í eini sjúkrahús song kostar kanska 3.500 krónur um dagin.
?Sostat kundu nógv stovnspláss á røktarheimum ella í heimarøktini fingist fyri tað upphæddina, sum tað kostar Landssjúkrahúsinum at hava røktarsjúklingar liggjandi
? Tað, sum hendir, er at politikarar og heimarøktin turka trupulleikarnar upp í Landssjúkrahúsið.
Men samfelagsbúskaparliga er tað sera dýrt at lata sjúkrahúsini hanga uppá hesar útreiðslurnar, sum ellisheim, røktarheim og heimarøkt áttu at havt.
Jóan Petur Davidsen minnir á leiðarin í heimarøktini á sinni fekk ávaringar, tí hann kláraði ikki at halda játtanina.
? Tað er nógv fyri at hoyra heimarøktina at kalla breggja sær av, at hon klárar at halda játtanina. Einasta orsøk til at heimarøktin klárar at halda sína játtan, er, at hon rætt og slætt sýtur fyri at taka fleiri brúkarar uppí heimarøktina.
? Tá ið vit søkja Heimarøktina um at taka taka ábyrgdina av røktarsjúklingum á Landssjúkrahúsinum, kemur meiri enn so fyri, at heimarøktin beinleiðis noktar at taka fleiri fólk í skipanina, tí peningur er ikki til taks.
- ? Undir slíkum umstøðum er gamaní at halda játtanina, tí tað, sum heimarøktin ger, er at turka trupulleikar, sum tey eiga, upp í Landssjúkrahúsið, sigur Jóan Petur Davidsen.
? Eg haldi ikki at tað er rætt, at játtanin hjá Landssjúkrahúsinum skal rakast so hart, bara fyri at heimarøktin skal klára at halda sína játtan, leggur hann afturat.
Kunnu vænta sær rokning
Leiðandi yvirlæknin sigur, at sum støðan er nú, er eldraøkið eitt landsmál, men tosað hevur verið um at leggja eldraøkið út til kommunurnar.
Í Danmark er eldraøkið kommunal ábyrgd. Og í Ålborg hevur sjúkrahúsið gjørt bart og hevur sent kommununi rokning fyri hvørja song, sum er upptikin av røktarsjúklingum, sum av røttum ikki átti at ligið á sjúkrahúsi, men sum sjúkrahúsið ikki fær útskrivað, tí ongin er at taka sær av teimum.
? Kunnu vit so vænta, at Landsjúkrahúsið fer at gera tað sama, tá ið eldraøkið í Føroyum verður kommunalt, soleiðis sum talan er um.
? Ja, tað verður tað.Vit hava sæð fram til, at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar, so at Landsjúkrahúsið kann senda kommununum rokningarnar fyri teir røktarsjúklingar, sum liggja á landssjúkrahúsinum.
Jóan Petur Davidsen sigur, at hvør sjúkrasong er so dýr, at ein rokning til kommunurnar fyri hesar útreiðslurnar, kundi kanska skunda undir kommunalpolitikarar at byggja eldraøkið út, so at tað nøktar tørvin.
Á heimarøktini er ongin viðmerking at fáa. Leiðarin, Mary í Garði, er burturstødd og økisleiðarin í Havn, sum hevur nógv teir størstu trupulleikarnir, er ikki at hitta.
MYND AV JÓAN PETUR DAVIDSEN
? Vit bíða bara eftir, at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar, so at Landsjúkrahúsið kann senda kommununum rokning uppá 3.500 krónur um dagin fyri hvønn røktarsjúkling, sum verður noyddur at liggja á Landssjúkrahúsinum, tí at ongin er at taka sær av teimum, sigur Jóan Petur Davidsen, leiðandi yvirlækni
Tá ið kommunurnar fáa eldraøkið at umsita, kunnu tær vænta sær stórar rokningar frá Landssjúkrahúsinum, hvørja ferð ein sjúklingur verður noyddur at liggja óneyðuga leingi á sjúkrahúsinum
Eldraøkið
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo