Kommunurnar krevja endurgjald fyri mistan ræðisrætt yvir SEV

Kommunusamskipan Føroya
www.ksf.fo

“Uppskotið til elveitingarlóg hevur so víðfevndar avleiðingar við sær fyri ræðisrættin hjá kommununum yvir ognunum í SEV, at hetta ganga vit als ikki við til”, sigur Heðin Mortensen, stýrisformaður í Kommunusamskipan Føroya (KSF).
KSF hevur í dag sent landsstýrismanninum í vinnumálum hoyringsskriv upp á uppskotið til elveitingarlóg.
Í hoyringsskrivinum vísir KSF á, at tað als ikki er rætt, tá tað í viðmerkingunum til uppskotið verður staðfest, at lógin ongar fíggjarligar avleiðingar hevur við sær fyri kommunurnar.
KSF viðurkennir, at elveiting í dag er meira nátúrliga ein landsuppgáva heldur enn ein kommunal uppgáva. Men sambært uppskotinum skal SEV bera allar útreiðslurnar av at røkja eitt net, sum skal vera fyritreyt fyri frælsari kapping á elframleiðsluøkinum.
KSF góðtekur ikki undir nøkrum umstøðum, at kommunurnar nú skulu gjalda fyri og reka eitt kervi, har landið setir allar treytirnar. “Í hesum føri tekur landið sær alla ábyrgdina og alt valdið, men sendir rokningina víðari til kommunurnar at gjalda. Hetta góðtaka vit á ongan hátt”, sigur Heðin Mortensen.
KSF metir, at ræðisavmarkingin er so víðfevnd og kann kosta kommununum og SEV so nógvar pengar, at talan helst er um ognartøku. KSF hevur tí heitt á Vinnumálaráðið um at taka á seg ábyrgdina at veita øllum í landinum neyðugu ravmagnsorkuna og samstundis gjalda kommununum metta virðið av elfelagnum SEV út. “Vit snakka um hundraðtalsmiljónir krónur, helst væl meira, ið kommunurnar skulu hava útgoldið”, sigur Heðin Mortensen.
Alternativið er at lata elveitingar- og elframleiðsluskipanina virka, sum hon ger í dag.
Kommunurnar eru sum eigarar av SEV als ikki tiknar við í arbeiðið at gera lógaruppskotið. “At so stórt og avgerandi mál við so nógvum avleiðingum verður lagt á tingborð uttan nakra sum helst samráðing við kommunurnar frammanundan er átaluvert”, sigur Heðin Mortensen, stýrisformaður í KSF.
KSF hevur tí heitt á Vinnumálaráðið um at kalla KSF, Kommunufelagið og SEV til fundar saman at viðgera uppskotið og veruligu avleiðingarnar, ið uppskotið hevur.
Tórshavn, hin 29. januar 2007