- Vit fara ongantíð at góðtaka ætlanina hjá landsstýrinum um at nýskipa kommunuøkið, uttan at kommunurnar sleppa at vera við í arbeiðnum. Tað staðfesti Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya á aðalfundi felagsins leygardagin.
Í formansfrágreiðing síni fanst hann hvassliga at samgonguni fyri framferðina í sambandi við ætlanina at nýskipa kommunuøkið.
Hann staðfestir, at tað er eitt krav, at nýskipanin hevur eitt innihald og at talan verður um ein pakka. Og skulu kommunur leggjast saman, skulu tey samstundis fáa fleiri øki at umsita.
Men í løgtinginum var als einki felags stev at hóma. Tað gjørdist púra greitt, at sitandi samgonga er rúkandi ósamd um, hvør tann grundleggjandi leikluturin hjá føroysku kommununum skal verða í framtíðini, og innanhýsis í einstøku flokkunum er ósemjan ikki minni.
- Tá ið kommununýskipanin kemur í løgtingið, er eingin semja at hóma yvirhøvur, og samgongan vil ikki kennast við sítt egna samgonguskjal. Hetta er óseriøst politiskt arbeiði og burturspiltar kreftir, staðfestir Heðin Mortensen.
Men hann staðfestir, at kommunurnar mugu nú vera á varðhaldi
- Landsstýrið ætlar nú at seta enn ein arbeiðsbólk, nú við umboðum fyri politisku flokkarnar at fremja kommunalreformin, fullkomiliga uttan um kommunalpolitisku skipanina.
Men hann leggur afturat, at tey, sum fylgdu við, tá ið málið var til viðgerðar í Løgtinginum, vita, at hetta fer ongantíð at bera á mál.
- Vit fara ongantíð at góðtaka at vera útihýst frá teirri víðari politisku tilgongdini fram móti endaligu nýskipanini. Lata vit hetta yvir til landspolitisku skipanina, so koma vit antin at bíða í uppaftur 10 ár, áðrenn farið verður undir at skriva enn eitt kommunuálit, ella vit verða yvirstýrd og niðurbundin av alsamt vaksandi valdsmiðsavnanini hjá landinum, sigur formaðurin í Kommunusamskipan Føroya










