Kommunurnar hava ráð at taka ímóti eldraøkinum

Hensia Einarsson
----

Eg eiti Hensia Einarsson og havi mítt dagliga arbeiði á Tjarnargarði, har eg eri leiðari. Í mínum starvi komi eg sjálvandi serliga í samband við teir eldru borgarnir í kommununi og havi tí gott innlit í, hvat rørir seg har. Tí stilli eg upp til kommunuvalið, tí eg haldi, eg kann gera ein mun.
Eg havi verið á Tjarnargarði, síðani tað lat upp í 2004 og tá var støðan sera vánalig her í kommununi við røktarheimsplássum og eg var dagliga uppringd av fólki, sum vóru í dýrastu neyð, tí tey høvdu gomul foreldur, sum høvdu alstóran tørv á røkt alt samdøgrið. Tað gekk út yvir arbeiði og familjulív hjá teimum, sum vóru um tey gomlu.
Nú er støðan tíbetur betri . Tjarnargarður vaks við 24 røktarheimsplássum í 2007 og nú komandi fer Boðanesheimið at lata upp og har eru 64 pláss til røktarkrevjandi gomul. So er tann tørvurin dekkaður vónandi nógv ár fram í tíðina.
Harumframt hevur Tórshavnar Kommuna/Heilræði tilboð til fólk í aldrinum 60+ um fyribyrgjandi venjingar. Tey skipa eisini fyri serligum bólkavenjingum til bólkar við serligum tørvi orsaka av kroniskari sjúku, soleiðis at tey eisini kunnu læra av hvørjum øðrum og hava nakað sosialt saman eisini. Hetta riggar serstakliga væl og skulu tey hava rós fyri tað.
Á Lágargarði eru eisini tilboð um venjingar til eldri heimabúgvandi fólk við kroniskari sjúku ella ellisbreki . Har er eisini dagtilboð til eldri heimabúgvandi fólk, sum hava tørv á at koma út millum onnur og vera stimbraði bæði andaliga og handaliga.
Tvey dagtilboð eru til heimabúgvandi fólk, sum hava eina demenssjúku. Tey eru Stjørnulon, sum er undir Almannaverkinum og Tjarnarlon á Tjarnargarði. Her verða tey stimbraði soleiðis, at tey klára at búgva heima longri og tey, sum eru um tey, verða avlastaði. Hetta ger eisini, at tey varðveita sínar førleikar longri.
Vit hoyra dagliga frá fólki, sum hava brúk fyri umlætting her og nú. Tí tey hava fingið okkurt bakkast, sum ger, at tørvur er á umlætting í eitt ávíst tíðarskeið, til støðan verður normal aftur. Hetta eigur at bera til, um vit skipa okkum betri í kommununi á teimum ymisku stovnunum og hevði verið ein stór hjálp hjá borgarum og avvarðandi, sum eru komin í eina ringa støðu knappliga.
Nú Boðanesheimið letur upp, verður eisini møguleikar fyri venjingum har hjá heimabúgvandi pensionistum. So tilboðine eru mong og fjølbroytt til pensionistar í kommuni. Og tá havi eg ikki nevnt Tilhaldið, sum er ein perla í býnum fyri teir pensionistar, sum eru væl fyri við stórum yvirskoti og tey eru tíbetur mong.
Sjálv haldi eg, at tað haltar við samskipanini av teim ymisku tilboðum til eldru borgarnar,sum veruliga eru í kommununi. Har átti at veri ein betri samskipan av økinum í umsitingini. Í løtuni liggur tað undir sosialu deild og tey gera eyðvita sítt til at samskipa eldraøki, men har er so nógv annað, sum tey skulu taka sær av. Eldraøki skuldi ikki hoyrt undir sosialu deild, tað skuldi veri eitt øki fyri seg.
So kann mann siga, at tað stendur rímiliga væl til við tilboðum til okkara eldru medborgarar. Hóast tað, so siga tey flestu í hesum bólkinum, at tey høvdu ynskt, at tað var møguligt at flyta í okkurt minni, sum var lættari at halda viðlíka . Tey flestu sita í stórum húsum og tørvurin á plássið er ikki tann sami, tá børnini eru flutt og hava fingið sítt egna. Tað átti at veri ein møguleiki at flutt til okkurt minni, sum er meira yvirkomiligt bæði í prísi og viðlíkahaldi. Tað átti eisini at veri møguligt at kunna flutt til okkurt minni í vardum umhvørvi, tá mann hevur tørv á nakað av hjálp, ella ikki er væl gongdur og klárar ikki trappur t. d. Í løtuni er onki at velja í harímillumí.
Núverandi samgonga hevur samtykt, at eldraøkið skal út til kommunurnar í 2014. Er Kommunan klár at taka ímóti tí? Hvussu er viljin at taka øki út til kommunurnar? Eg má viðganga, at vit hoyra ikki nógv um hetta í almenna rúninum. Vit hoyra meir um kekkar, sum skulu deilast út til fótbóltin og barnafamiljur. Tá vit hava ráð til tað, hava vit eisini ráð til at taka ímóti eldraøkinum, so teir borgarar sum hetta øki varðar av, eru líkastillaðir við aðrar borgarar í kommununi Tað er ikki virðiligt at hoyra undir aðrari skipan undir landinum bara tí eitt ávíst tal stendur á dóps- ella navnabrævinum.
Hetta vil eg vera við til at arbeiða fyri, um eg veri vald í Kommununa.