Kommunurnar hava hall

Fyri fyrstu ferð síðani 2009 høvdu kommunurnar í fjør hall

 

Triðja árið á rað øktu kommunurnar um raksturin og íløgurnar. Av tí at lítil og ongin vøkstur var í skattinum í 2013, gjørdist úrslitið, at kommunurnar fyri fyrstu ferð síðan 2009 høvdu hall í 2013, skrivar Hagstovan.



Í 2013 brúktu kommunurnar knappliga 1,6 milliardir kr. til rakstur og íløgur, og var tað 83 milliónir meira enn í 2012. Vøksturin er 5,6%.

Síðan 2001 eru útreiðslurnar vaksnar javnt. Einstøk ár eru undantøk, serliga væl síggjast stóru útreiðslurnar í 2008 og fallið í 2009. Í 2008 gjørdu kommunurnar óvanliga nógvar íløgur. Árið eftir, í 2009, fullu rakstrar- og íløguútreiðslurnar við 300 milliónum, ein minking upp á 16%. Síðan 2010 eru útreiðslurnar í miðal vaksnar gott 4% árliga.

Skattainntøkurnar hjá kommununum í 2013 vóru 1.575 milliónir kr., og var tað 5 milliónir meira enn í 2012. Vøksturin er 0,3%.

Í 2001 var skatturin umleið ein milliard. Síðani eru skattainntøkurnar vaksnar, uttan í 2009, tá fíggjarkreppa var. Nú er samlaði skatturin hjá kommununum næstan 1,6 milliard.

Úrslitið hjá kommununum í 2013 var eitt hall á 45 milliónir kr., og hetta er um 3% av skattainntøkuni. Seinastu fýra árini hevur úrslitið sveiggja um null, eitt lítið yvirskot í 2010 til 2012 og eitt lítið hall í 2013.

Fyrst í øldini høvdu kommunurnar sum heild stórt yvirskot, sum bleiv brúkt til at rinda niður skuld. Tá kommunurnar gjørdu stóru íløgurnar í 2007 og 2008, var stórt undirskot, sum varð fíggjað við lántøku. Skuldin hjá kommununum samlað er tó ikki so stór, at tað er neyðugt at hava stór avlop í løtuni.