Kommunurnar hava bíðað eftir landsstýrinum í fleiri ár

Kommunusamskipan Føroya
www.ksf.fo

Landsstýrið hevur farnu vikurnar lagt harðliga eftir kommununum fyri fíggjarligt ábyrgdarloysi og yvirhitan av búskapinum. Seinast í felags tíðindaskrivi frá landsstýrismonnunum í fíggjarmálum og innlendismálum dagfest 16. desember 2006.
Landsstýrismenninir siga, at kommunalu útreiðslurnar vaksa nógv skjótari enn tær hjá landinum. Teir vísa eisini á, at kommunurnar saman við landinum hava ábyrgdina av at tálma sveiggini í búskapinum. Landsstýrið fer tí at taka upp samráðingar við kommunurnar um at ein samlaðan útreiðslukarm.
Eisini verður víst á, at tørvur er á størri gjøgnumskygni og innliti í kommunalu fíggjarviðurskiftini, og at tað tí verður arbeitt við at gera nýggjar roknskaparreglur fyri kommunurnar. Hetta vil skapa størri gjøgnumskygni og hava stóran týdning, tá samráðast skal um útreiðslukarm, verður sagt.
Kommunusamskipan Føroya (KSF) fegnast stórliga um, at landsstýrið loksins tykist sýna arbeiðinum við at gera nýggjar roknskaparreglur fyri kommunur ans.
Nýggja kommunustýrislógin frá 2000 gav landsstýrinum beinleiðis heimild til at áseta reglur um kontuskipan, fíggjarætlan, ársroknskap og annað hjá kommununum. ”KSF hevur líka síðan strongt á landsstýrið um at fáa hetta gjørt, men einki er hent hesi 6 árini, og kommunurnar bíða framvegis eftir landsstýrinum,” sigur Heðin Mortensen, stýrisformaður í KSF, sum fýlist á, at landsstýrið higartil hevur kastað hesa týðandi arbeiðsuppgávuna frá sær. Landsgrannskoðanin hevur eisini í fleiri ársfrágreiðingum spurt landsstýrið eftir roknskaparreglunum uttan úrslit.
Tað er fyrst og fremst landsstýrið, sum hevur ábyrgdina av fíggjar- og búskaparpolitikkinum í Føroyum, ikki kommunustýrini. Kommunurnar virka bert innanfyri teir karmar og tær reglur, sum teimum er ásett, og sum er grundarlagið fyri kommunala sjálvræðinum. ”Útreiðsluvøksturin í kommununum er avleiðing av øktu umsitingarligu uppgávunum, sum kommunurnar hava fingið frá landinum síðstu árini, og sum tær nú gera neyðugar íløgur í. Tað vildi sanniliga verið ábyrgdarleyst ikki at røkt uppgávurnar, sum landið hevur álagt kommununum,” sigur Heðin Mortensen.
KSF er altíð til reiðar at samráðast við landsstýrið um øll mál. ”Men tað orðalagið, sum landsstýrið higartil hevur brúkt mótvegis kommununum í sambandi við búskaparstøðuna í landinum, ber á ongan hátt boð um, at landsstýrið er sinnað at taka í egnan barm. Og so er ikki talan um nakra samráðing,” sigur Heðin Mortensen, stýriformaður í KSF.
Tórshavn, hin 20. desember 2006