Formaðurin í Kommunufelagnum, Heðin Mortensen, kundi á aðalfundi í felagnum fríggjadagin staðfesta, at kommunali búskapurin er í støðugari framgongd, tí í fjør vuksu inntøkurnar hjá kommununum fimm prosent og vøksturin í fyrsta ársfjórðingi í ár er meira enn sjey prosent.
- Vøksturin í kommunala búskapinum hevur havt við sær, at alsamt fleiri landspolitikkarar við løgmanni og fíggjarmálaráðharranum á odda hava ført fram, at nú er tað kommunurnar, sum eiga at geva teimum lágløntu skattalætta, bíligari ansingarpláss við meira, sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur tað vera lítið virðiligt fyri landsstýrisfólk og løgtingslimir at kasta kommununum fyri, at tær ongan lætta hava veitt, og sostatt óbeinleiðis eru atvoldin til, at ein bólkur av føroyingum livir undir sera trongum korum.
- Landið hevur, gaman í, givið ein skattalætta, men hetta varð gjørt við at forskatta pensjónir. Í hesum sambandi vórðu umleið 100 milliónir krónur tiknar frá kommununum. So í roynd og veru eiga kommunurnar góð 40 prosent av tí skattalætta, sum varð veittur í landsskattinum, sigur Heðin Mortensen.
Hann vísir á, at høvdu kommunurnar fingið sín rættvísa lut í forskattingini av pensjónunum, so hevði verið lagað manni hjá kommununum at latið skattalættar.
- Men sitandi samgonga valdi at geva allan skattalættan umvegis landsskattin, og tí liggur ábyrgdin av, hvussu skattalættin varð býttur millum lønarbólkarnar, fyrst og fremst hjá landsstýrinum, og ikki hjá kommununum, sigur formaðurin í Kommunufelagnum.
Hann leggur tó aftrat, at kommunurnar altíð eru til reiðar at hyggja at skipanini og at gera sítt til, at hesin bólkur eisini fær ein lætta, og fundur verður eisini í næstum við Almannamálaráðið um henda spurning.