Fólk kring alt landið gerast heimleys, men stórur partur av teimum flytir til høvuðsstaðin, har Herbergið hjá Frelsunarherinum er einasta og seinasta loysnin hjá mongum.
Hetta hevur fingið fólk at skjóta kommunum kring landið í skógvarnar, at tey gera ikki nóg mikið fyri at loysa trupulleikan hjá teimum, sum eru komin illa fyri og ongastaðni hava at búgva.
Í næststørstu kommununi í landinum, Klaksvíkar kommunu, viðurkenna tey, at tey hava einki tilboð til tey, sum standa uttan hús og heim.
- Vit vita væl, at vit hava eina moralska skyldu mótvegis hesum fólkum, men løgfrøðisliga eru tað landsmyndugleikarnir, sum hava ábyrgdina av teimum heimleysu, og tí fáa vit einki gjørt. Tað er her veruligi trupulleikin er at finna, sigur Jógvan Lutzen, formaður í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráð.
Vilja yvirtaka
Í Sosialinum leygardagin var prát við Martin Eliassen úr Klaksvík, sum ongan fastan bústað hevur, og sum stundum má sova úti undir opnum himni. Hann kendi seg noyddan at flyta úr Klaksvík til Havnar, tí hann fekk ongan innivist í Klaksvík.
- Eg havi ikki hug at viðgera einstøk mál, men kanska vísir hetta einstaka málið júst, at trupulleikarnir eru teir somu í Havn, sum teir eru hjá okkum, sigur Jógvan Lutzen.
Hann sigur, at eitt samt býráð hevur mælt til, at kommunan yvitekur sosiala øki frá landinum, og sum eitt tað fyrsta mælir hann til, at kommunan fær møguleikan at loysa mál, har fólk eru komin illa fyri og standa uttan fastan bústað.
- Men hóast vit hava boðið okkum til at gingið undan á hesum økinum, hava vit einki svar fingið frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, sigur formaðurin í sosialu nevnd hjá Klaksvíkar býráð.
Almenn uppgáva
Jógvan Lutzen heldur, at tað er væl skiljandi, at privatfólk ikki kunnu hýsa fólkum, sum av ymiskum sosialum orsøkum eru vorðin heimleys.
- Tað er ein almenn uppgáva at syrgja fyri, at fólk, sum eru komin illa fyri, fáa eitt tilboð um hjálp. Og landsmyndugleikarnir eiga eisini sum skjótast at finna út av, hvussu heimleys kunnu hjálpast, sigur Jógvan Lutzen.
- Klaksvíkar kommuna tekur gjarna ábyrgdina av hesum øki, og so skulu pengar sjálvandi fylgja við, og vit mugu fáa eina lógarheimild til afturhalda pengar fyri leigu. Men so leingi sum vit einki hava fingið at vita frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, kunnu vit ikki seta pengar av á fíggjarætlanini, sigur Jógvan Lutzen.
Hann heldur, at loysnin á trupulleikunum hjá teimum heimleysu er at gera heim, har hesi fólk kunnu búgva.
- Men vit eiga ikki at gloyma, at íbúðarneyðin er stór allastaðni, og at bæði familjur, lesandi og onnur hava trupult við at finna sær eina íbúð. Tey veikastu eru sjálvandi fyrstu tapararnir, men nógv fólk hava trupult við at finna sær íbúð. At Klaksvíkar kommuna tekur hendan íbúðartrupulleika í størsta álvara, er ætlaða byggingini av eldraíbúðum undir Kráarbrekku eitt gott dømi um, sigur Jógvan Lutzen.