Jógvan við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri, løgtings- og landsstýrismaður
-------
Í okkara grannalondum eins og í Føroyum, hevur sentralistiska hellingin verið sera ovarlaga í kjakinum, og meiningarnar ymiskar . Ójavnt er, sum er komið burtur úr.
Í Føroyum er ein altráan eftir at fáa allar almennar stovnar fluttar og sentraliseraðar til høvuðsstaðin, meðan framleiðslan av okkara fiskatilfeingi, har privata fyritakssemi hevur havt høvuðsleiklutin og lagt lunnar undir, er úti um í landinum.
Í Føroyum eru ídag í praksis trinnir tættir í fíggjarbýtinum: Landskassin, Tórshavnar kommunukassi og síðani hinar eftirverandi 29 kommunurnar.
Av og á hoyra vit, at landið er so lítið, at alt átti at ligið á einum staði. So løgið tað ljóðar, so hoyrast eisini átøku røddirnar í Danmark, har sagt verður, at Danmark er ikki størri enn, at alt kundi ligið á einum staði. Hetta er bara best á pappírinum.
Arbeiðsførar kommunur
Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt bæði frá serkønum og frá teimum, sum orðini hjá teimum serkønu hóvar, at: “Umráðandi er at leggja alt saman, sum kann leggjast saman í einum øki, tí hervið verður peningur at spara”, hóast tað ikki hevur verið prógvað, at tær størru eindirnar í roynd og veru gerast bíligari í rakstri, enn tær smærru eindirnar. Tvørturímóti eru hópin av dømum um tað mótsatta, siga onnur, m.a. Søren Villadsen, m.a. Ph.d. í almennari fyrisiting í eini kronik í Politiken.
Nakað heilt annað er, sum hevur avgerandi týdning fyri at fáa sterk økir í Føroyum, ikki tí tað sparir tað heilt stóra í rakstri, men at kommunurnar og harvið økini verða týðiliga styrkt, er neyðugt við samanlegging, so økini standa samfelt nógv sterkari, sum bæði tænir vinnu og tí almenna. Vit fáa nógv meiri støðug økir.
Ongin ivi er um, at ídag eru føroysku kommunurnar úti um í landinum ein sjálvstileinkisgerandi eind, og harmiligt er samstundis, at ósamd og ov lítið avgjørd løgtingsfólk úti í landinum, skorða undir hesa - kanska ótilvitaðu - sjálvstileinkisger av økjunum. Tá Føroyar gjørdust eitt valdømi, bøtti hetta ikki um gongdina, men tvørturímóti. Tað er so mong dømini um.
Sum landsstýrismaður í kommunumálum í 2004-2005, bar eg nakrar ferðir uppá mál bæði í flokkinum og í samgonguni, um ikki kommunurnar løgdu saman frívilliga innan ávísa tíð, so at dagur verður settur, har samanlegging kundi verða framd við lóg. Nevndi hetta eisini á tingsins røðarapalli. Men her fekst einki afturljóð, ongin vilji og tí einki úrslit. Kommunurnar ósamskipaðar og økini sita tí ídag framvegis við einum harmiligum og nógv størri trupulleika, enn tær geva sær far um.
Sjúkueyðkenni lættari at vísa á
enn at lekja
Avgerandi orsøkin var og er ikki, at kommunurnar skulu leggja saman í størri eindir, tí so finna vit tær stóru rakstrarsparingarnar. Fyrimunirnir eru hinvegin, at vórðu kommunurnar størri eindir, stóðu tær eisini sterkari bæði yvirfyri landspolitikkinum og eisini í samband við sentraliseringina sum í dag økist til høvuðsstaðin, soleiðis verður teppið spakuliga drigið undan økjunum, sum nú hendir við lít.
Soleiðis sum nú sentraliseringin verður framd ár eftir ár, sæst alt týðiligari, at landið verður stýrt alt meiri eftir embætis- og serfrøðingum. Vit síggja, at hesir eru sera væl fyri at vísa á sjúkueyðkenni (symptom), pappírið er vanliga takksamt, men ofta hevur hetta so mikið mong lýtir, at tá tað ikki virkar, og sjúkan ikki verður lekt, verða brúkt onnur tól, so sum paragraffir, ein nýggj deild (ella deildir), nýggj samanrenning (fusión), reglugerðir í hópatali, fullar skuffur av “álitum”, og tilseinast - sum oftast - eykajáttanir í minni og við tíðini størri mun, tí skaðin tá er hendur og má gjaldast.
Øllum hesum eru kommunurnar úti um landið upp ímóti. Fyri at fáa samfelagið at virka sum heild og í dynamikki, sum okkara lítla og fjarlagda oyggjaland er, mugu tær leggja saman í størri eindir, og ikki vera nøgdar, sum er. Ein kommuna ídag við t.d. eitthundrað til túsund íbúgvum, sum liggur í einum sterkum vinnulívsøki, har fleiri almennar funktiónir kundu virka væl, eru ídag til bága fyri einari veruligari kommunalri menning, uttan samanlegging í økinum. Tá hevur landspolitikarin endaleyst frítt spæl.
Sterkari støðufesti
Til tíðir er okkara frumvinna (fiskivinnan) sterk, og gevur nógv av sær til økini, meðan bakkastini koma fyrr ella seinni. Vóru kommunurnar samanlagdar í størri og sterkari økir, høvdu almennir stovnar við avleiddum vinnum hoyrandi til økini ein stabiliserandi faktor, so niðurgongdirnar ikki virkaðu so harðar í økjunum, sum nú, har økini vanliga eftir vánalig ár hava meiri enn nóg mikið við at arbeiða seg burtur úraftur. Kommunurnar úti í økjunum eru ídag í høvuðsheitum í naggatódn, har tær hvørki í tænastu ella búskapi komast undan í framtíðini, men aka meiri og minni á knøum.
Í áhugaverdu bókini “Sådan skabtes Danmarks virksomheder”, sæst týðiligt, at tað var úti um í landinum, at tær vóru skaptar fyri tað mesta, og av teirri orsøk, at tað tá
lógu almennir stovnar í økinum, fekst fólkið at støðast, tí bæði maður og kvinna fingu størv har eftir lestur. Fólk ferðast eftir arbeiðinum. – Sum nú er, so koma økini úti um landið at “draga styttra stráðið”. Hetta fer at gera, at alt landið samfelt gerst veikari og kemur sum tíðin líður at hava við sær, at alt fleiri fara bara víðari út í heim.
Tí fari eg her at ávara og heita á føroysku kommunurnar og tingfólkini úti um landið:
1. Syrgið fyri eini samanlegging av kommunum í størri og sterkari økir nú.
2. Tingfólkini – úti um – gerist meiri tilvitað um eina samskipan av økjum og semjist heldur enn, tá møguleikarnir finnast at fløkja málini upp í einki.
3. Styrkið føroyska samfelagið, so bæði vinnan og tað almenna skorða undir øll tey styrktu økini, so dynamikkurin í samfelagnum sum heild kann økjast.
Sum er, eru bæði kommunurnar úti um í landinum og landspolitikararnir sjálvssaboterandi. Hetta – sum frálíður - bæði jarðleggur økini sum til seinast ger, at fólkið meiri flytir víðari út í heim. - So kunnu vit tosa um til– og fráflyting sum vit vilja!