Í nýggja sáttmálanum, ið Føroya Lærarafelag undirskrivaði við Fíggjarmálaráðið í januar, bleiv millum annað staðfest, at land og kommunur skulu fáa greiðu á gjalds- og valdsbýtinum á KT-økinum áðrenn 1. januar 2019.
Nú einki er hent hálvt ár eftir, at sáttmálin bleiv undirskrivaður, er Carl Eli Nolsøe Samuelsen, nevndarlimur í Føroya Lærarafelag, um at missa tolið. Á grein á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum eftirlýsir hann, at gongd kemur á arbeiðið.
- Orsøkin til mína undran er, at ein greið semja varð gjørd um at finna eina framtíðarloysn á øllum KT-økinum í fólkaskúlanum, har land og kommunur skuldu endaligt finna eitt gjalds- og valdsbýti. Mentamálaráðið átók sær at savna leiðandi persónar og feløg, sum skuldu verða við at finna eina semju, skrivar nevndarlimurin, men leggur afturat, at enn ber til at finna eina loysn.
- Tíð er framvegis til at loysa hendan knútin, men eyðsæð er, at kommunur eru neyvan lættar at dansa við, nú landið hevur lagt fleiri øki út til kommunur, og vit hoyra javnan um trupulleikar og ósemjur millum land og kommunu.
Nevndarlimurin í Lærarafelagnum leggur í greinini í Skúlablaðnum dent á, at tað er umráðandi at fáa greiðu á økinum, millum annað hvørji tól skulu definerast sum KT-tól og hvørjar uppgávur KT-vørðir skulu umsita.
Carl Eli Nolsøe Samuelsen staðfestir eisini, at KT-vørðirnir eru ein stór sparing fyri landskassan, men at núverandi støða als ikki kann góðtakast.
- KT-vørðir á serliga stórum skúlum, men eisini á øðrum skúlum, sum hava brúkt nógv orku í at menna sítt KT-kervið, hava trupult við at fáa arbeiðstíðina at hanga saman, og hetta er als ikki ein støða, sum vit sum fakfelag kunnu góðtaka, skrivar Carl Eli Nolsøe Samuelsen í Skúlablaðnum og leggur afturat.
- Eitt er so heilt víst, og tað er, at KT-vørðir fólkaskúlans eru bíligasta arbeiðsmegin, sum landið kann ynskja sær. Ímyndið tykkum, hvat tað hevði kostað hvørja ferð, at ein skúli mátti ringja til serkøn fólk útifrá, tá ið KT-trupulleikar vóru. Ikki bert hevði tað kostað nógv, men bíðitíðin hevði verið øgilig, og tað ber jú ikki til í okkara undirvísingarheimi.










