Kommunurnar eiga 40% av skattalættanum

Á aðalfundinum hjá kommunufelagnum førdi Heðin Mortensen fram, at 100 mió kr. vórðu tiknar frá kommununum, tá flatskatturin varð settur í gildi

 

Bæði landsstýrisfólk og tinglimir hava fleiri ferðir ført fram, at skal skattalætta veitast lágløntum, eru tað kommunurnar, sum eiga tørn at veita lætta.

 

Á aðalfundinum hjá Kommunufelagnum varð tó ført fram, at kommunurnar longu hava veitt skattalætta fyri seg.

 

- Tað er lítið virðiligt fyri landsstýrisfólk og løgtingslimir at kasta kommununum fyri, at tær ongan lætta hava veitt, og sostatt óbeinleiðis eru atvoldin til, at ein bólkur av føroyingum livir undir sera trongum korum.

 

- Landið hevur, gaman í, givið ein skattalætta, men hetta varð gjørt við at forskatta pensjónir. Í hesum sambandi vórðu uml. 100 mió. kr. tiknar frá kommununum. So í roynd og veru eiga kommunurnar góð 40 % av tí skattalætta, sum varð veittur í landsskattinum!

 

- Høvdu kommunurnar fingið sín rættvísa lut í forskattingini av pensjónunum, so hevði verið lagað manni hjá kommununum at latið skattalættar. Men sitandi samgonga valdi at geva allan skattalættan umvegis landsskattin, og tí liggur ábyrgdin av, hvussu skattalættin varð býttur millum lønarbólkarnar, sostatt eisini fyrst og fremst hjá landsstýrinum, og ikki hjá kommununum, segði Heðin Mortensen, formaður í Kommunufelagnum, millum annað í formansfrágreiðingini.