Kommunurnar bløða

Avrokningin av partafelagsskattinum líkist einum skrædli hjá føroysku kommununum. Avrokningin til kommunurnar er knappar 87 milliónir minni í ár, enn hon var í fjør

Búskapur

Seinastu skattahagtølini frá Taks staðfesta fallið, sum føroyski búskapurin framhaldandi er í.
Og tað eru serliga kommunurnar, sum eru hart raktar. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár er kommunala skattainntøkan fyri persónsskatt minkað úr 1.098 mió kr. í 1.064 mió kr. Minkingin er nærum 35 milliónir, sum svara til eitt fall upp á 3,15 %.
Í sama tíðarskeiðið eru inntøkurnar hjá landinum eisini minkaðar – men tó langt ífrá í sama mun. Føroyingar hava fyrstu 10 mánaðirnar í ár rindað 1.136 mió kr. í landsskatti, og tað eru knappar 17 milliónir minni enn í fjør. Eitt fall, sum svarar til 1,47%.
Skattahagtølini, sum Taks sendir út, fevna bert um persónsskatt. Umframt minkingina í hesum er partafelagsskatturin í 2009 munandi lægri enn í 2008. Samlaða avrokningin fyri 2008, sum nú verður kravd inn, er 158 mió krónur í ár. Í fjør var talið 386 milliónir. Tað gevur eina samlaða minniintøku á 218 milliónir. Av hesum er minniintøkan hjá kommunu8num 87 milliónir.
Hartil skal havast í huga, at fleiri kommunur valdu at hækka skattaprosentið, tá fíggjarætlanirnar fyri 2009 vórðu gjørdar. Og eisini í landsskattinum varð broyting framd. Ein broyting, sum sambært forsagnunum skuldi geva 30 milliónir eyka í landsskatti.

Fakta
(í tkr)
Persónsskatturin
Fyri oktober
2008 2009 munur %
Kommunur 114.007 107.826 -6.181 -5,4%
Land 119.743 114.271 -5.471 -4,6%

Januar til oktober
2008 2009 munur %
Kommunur 1.098.972 1.064.331 -34.640 -3,2%
Land 1.153.382 1.136.435 -16.947 1,4%

Partafelagsskattur
2008 2009 munur %
Kommunur 60.083 146.812 86.729 59,1%
Land 98.031 239.537 141.506 59,1%