Tað sigur Kvinnufelagasamskipan Føroya í yvirlýsing etir ársfund á Toftum leygardagin.
Tær siga soleiðis í yvirlýsing:
»Kvinnufelagasamskipan Føroya hevði ársfund á Toftum seinasta leygardag. Á fundinum var komandi kommunustýrisval umrøtt, og greitt er, at øll mugu standa saman um at økja um fólkaræðið í Føroyum.
Bert 28 prosent av kommunustýrislimum kring landið eru kvinnur.
Á kommunuvalinum 8. november hevur tað tískil stóran týdning, at kvinnur koma á uppstillingarlistarnar, at tað í støðum verður umhugsað at gera kvinnulistar, og ikki minst, at krossurin verður settur við eina kvinnu tann 8. november. Økist talið av kvinnum í kommunustýrissessum fáa vit javnari umboðan, og tað styrkir fjølbroytnið í kommununum.«
Í Kvinnufelagasamskipan Føroya eru:
Tofta Kvinnufelag
Kongshavnar Kvinnufelag
Norðoya Kvinnufelag
Valkyrjurnar
Skála Kvinnufelag
Kvinnufelagið í Havn










