Kommunureformurin fyri Tingið

LØGTING Í morgin verður nýggi kommunureformurin lagdur fyri Tingið. Síðani skal hann viðgerast og koyrast í nevnd, áðrenn hann vónandi verður samtyktur, sigur Helena Dam á Neystabø

Nú sær endiliga út til, at málið um kommunureformin fær sín enda. Sambært Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í kommunumálum, verður reformurin lagdur fyri Tingið í morgin.
- Tað merkir sjálvandi ikki, at fyrsta viðgerð verður í morgin, men nú verður so skjøtil settur á málið, sigur Helena Dam á Neystabø.
Tað verður løgmansrøðan, sum fer at fylla mest á tingfundinum í morgin, og kanska næstu dagarnar eisini, so ikki er heilt greitt, nær pláss verður fyri kommunureforminum á dagsskránni hjá Løgtinginum.
Talan verður í stóran mun um sama uppskot, sum Helena Dam á Neystabø arvaði eftir Anniku Olsen, sum fyri ein stóran part hevur snikkað uppskotið saman.
- Ja, tað verður mest sum tað sama. Eg havi verið við í arbeiðinum alla tíðina, og tí er ikki talan um nakrar kollveltandi broytingar, sigur Helena Dam á Neystabø.
Tað er serliga fyri at fáa greiði á, hvørjar uppgávur skulu leggjast út á kommunurnar at umsita, og hvussu hesar skulu fíggjast, ið hevur deilt høvini. Í Føroya Kommunufelag eru meiningarnar eins nógvar og kommunurnar, meðan tað tykist vera størri semja í Kommunusamskipan Føroya, ið umboðar størru kommunurnar.
- Sjálvandi er prinsippið um sjálvbodna samanlegging altíð at taka framum, men nú er tíðin komin hartil, at nóg mikið er tosað, nú er tíð at handla, sigur Helena Dam á Neystabø.

Nóg mikið tosað
Tað er fyrst og fremst eldraøkið, ið er upplagt at leggja út á kommunurnar at umsita, men eisini almannaøkið og barnaøkið í størri mun eru øki, ið kommunurnar einsamallar kunnu røkja.
- Spurningurin er bara, hvussu fíggjarliga býtið millum land og kommunur verður loyst, og lagt er í uppskotinum upp til, at talan verður um eina kombinatión av afturbering og blokstuðli, sigur Helena Dam á Neystabø.
Sjálvandi er eisini neyðugt, at kommunurnar hava eina ávísa stødd, fyri at megna hesar uppgávurnar, ið ætlanin er at leggja á tær, og tí er neyðugt við einum kommunureformi.
- Tað er eingin loyna, at full semja ræður ikki í Løgtinginum um málið. Tað veldst alt um uppruna og bakgrund hjá løgtingslimum. Men sum sagt er neyðugt við handling nú, tí tað hevur verið nóg mikið tosað, sigur Helena Dam á Neystabø.
Ein ætlan við kommunureforminum er at menna økini í landinum, og stóri spurningurin er, hvussu fíggjarliga javnvágin kann fáast í skipanina, so kommunurnar við verri fíggjarligum grundarlagi ikki detta niður í millum í mun til tær við góðum fíggjarligum grundarlagi.
- Og tað er neyðugt at fáa málið avgreitt nú, so stundir verða – um enn ikki so góðar sum kanska ynskiligt – hjá kommununum at fyrireika segt til eitt komandi valskeið. Val verður jú móti ársenda komandi ár, og verður einki klárt til ta tíð, ganga í minsta lagi fimm ár, áðrenn ein kommunureformur kan setast í gildi, sigur Helea Dam á Neystabø.