Tað var ein ikki sørt avgjørdur og sannførandi løgmaður, sum í hesi ólavsøkurøðuni proklameraði, at nú skuldi kommunali geirin reformerast.
Hin 1. januar 2013 skulu kommunurnar leggjast saman í 7 kommunalar eindir. Eldrarøktarøkið skal leggjast til kommunurnar at umsita samstundis og fólkaskúlin 1. august sama ár. Eisini segði hann, at kommunurnar skulu fíggja hesi málsøkini við at javnað verður í lutfallinum millum lands- og kommunuskatt, og at ein samhaldsføst útjavningarskipan skal setast í verk.
Í fyrstu syftu greiður boðskapur, sum gav ábending um eina heildarætlan, og at løgmaður hevði tryggjað sær politiska undirtøku fyri samlaða kommunureforminum – í øllum førum í samgonguni.
Eingin heildarætlan og eingin semja
Men eftir orðaskiftið í tinginum og við at hyggja í løglistan til røðuna, so er hetta langt frá veruleikanum.
Í løglistanum er nevniliga bert eittans uppskot, ið beinleiðis hevur við sjálvan kommunureformin at gera, og tað er uppskot til løgtingslóg um kommunusamanlegging, hvørs endamál er (sitat): “at skipa landið í 7 kommunuøki” (sitat liðugt).
Tá lógin um kommunusamanlegging, ið skal hava gildi frá 1. januar 2013, partú skal í gjøgnum tingið á vári 2011, so varð væntandi, at hinar lógirnar, sum skulu leggja eldrarøktarøkið og fólkaskúlan til kommunurnar, eisini komu í tingið tá. Men har er einki at finna. Tó verður í røðuni boðað frá, at fólkaskúlareformurin skal samskipast við kommunureformin, tvs. kommunalu eindirnar, meðan eldrarøktarøkið kring landið nú skal skipast av nýggjum, har øll umsiting verður sentraliserað undir Nærverkinum.
Einki av hesum gevur tó nakra ábending um yvirskipaðaða ætlan um útlegging tíansheldur politiskum vilja til at styrkja kommunala fólkaræðið, kanska tvørturímóti.
Viðgerðin av ólavsøkurøðuni hevur eisini enn einaferð avdúkað, at í tinginum er als eingin semja ella heildarætlan um kommunureformin at hóma yvirhøvur, og tað tykist meira og meira greitt, at fleiri løgtingslimir síggja kommunureformin í sjálvum sær vera samanlegging av kommunum.
Veruligur vandi er tí fyri, at tann annars alneyðugi kommunureformurin verður reduseraður til, at nakrar strikur verða broyttar í kommunala landakortinum – og so einki meir. Her liggur tískil eingin ætlan ella nakað yvirskipað endamál við samanleggingunum annað enn samanlegging.
Heildarætlan og semja neyðug – nú!
Hetta er beinleiðis í andsøgn við eina av høvuðsniðurstøðunum í Kommunuálitinum farna heyst. Nevndin metti, at tað tænti ikki nøkrum endamáli at leggja kommunur saman við lóg, um hetta ikki var partur av eini heildarætlan, har kommunurnar fingu fleiri uppgávur og ábyrgdir.
Um talan ikki varð um eina heildarætlan, so mælti nevndin staðiliga frá, at so týðandi inntriv vóru gjørd mótvegis kommunala fólkaræðinum.
Kommunusamskipan Føroya fer tí enn einaferð at heita á landsstýrið og løgtingið um at fylgja teirri reformtilgongd, sum øll kommunustýri í Kommunusamskipan Føroya komu ásamt um í Klaksvík 26. februar 2010, og sum var savnað í sokallaða Klaksvíksskjalið, serliga:
“At løgtingið tekur eina prinsippiella politiska avgerð um høvuðstættirnar í umskipanini soleiðis, at landsstýrið og kommunurnar greitt vita
hvørjar uppgávur skulu leggjast til kommunurnar,
hvussu hesar skulu fíggjast, og
hvussu kommunali bygnaðurin skal skipast.
Og ikki minst, at øll umskipanartilgongdin verður gjørd í neyvum samstarvi og samráðing millum land og kommunur. Kommunurnar skulu vera við í allari tilgongdini – ikki bert sum hoyringspartur, men sum politikkformulerandi, t.v.s. sita við borðið, har loysnirnar verða tilevnaðar og avgerðirnar verða tiknar.
Eftir ólavsøkurøðuna sær Kommunsamskipan Føroya stóran vanda í, at hendan samgongan ella ein meiriluti í løgtinginum bert kann semjast um at leggja kommunurnar saman í størri eindir, og síðani hendir einki komandi nógvu árini.
Kommunusamskipan Føroya vil enn einaferð undirstrika, at samanleggingar av kommununum er ikki ein fyritreyt fyri øðrum reformum á kommunala økinum, og enn minni er samlegging av kommunum tað sama sum ein kommunureformur.
Samanlegging av kommunum í størri og burðardyggari eindir er hinvegin ein samanrunnin partur av einum samlaðum kommunureformi – eini heildarætlan fyri kommunala geiran í Føroyum og ábyrgd- og uppgávubýtinum millum land og kommunur.
Áðurnevnda kommunuálit er eitt gott grundarlag fyri politisku støðutakanini, sum hevur skund. Lat okkum nú landspolitikkarar og kommunupolitikkarar seta okkum saman og finna eina politiska semju um eina heildarætlan fyri kommunala geiran, øllum borgarum landsins at frama.
Hendan leist hevur Kommunusamskipan Føroya áhaldandi mælt til, og einki er at bíða við.
Fáa vit semju millum land og kommunur um eina heildarætlan – ein samlaða kommunureform, so ivist eg onga løtu í, at eitt samt løgting hevði tikið undir við ætlanini, og vit høvdu komið burturúr tí endamálsleysa kjakinum, vit hava verið vitni til í tinginum seinastu dagarnar.