Nes kommuna og Vestmanna kommuna eru javnt stórar og hava tískil nógv felags áhugamál. Kommunurnar báðar líkjast í stødd, bæði tá ræður um fólkatal og skattainntøku.
Hin 1.apríl í ár búðu 1230 fólk í Nes kommunu, og sama dag var fólkatalið í Vestmanna kommunu 1181.
Týsdagin hin 9. juli vóru umboð fyri Vestmanna kommunu og vitjaðu á Toftum. Umframt Paula T. Petersen, borgarstjóra, vóru eisini skrivarin, Maud Poulsen, og fíggjarleiðarin, Súsanna Thastrup, og vitjaðu.
Á Toftum hittu tey Jóhannus Danielsen, borgarstjóra í Nes kommunu, Marjun Gaardbo, skrivara, og Selmu Hansen, roknskaparleiðara.
- Tá kommunurnar eru javnt stórar, sigur tað seg sjálvt, at tað eru nógv viðurskifti, sum líkjast nógv, og at tað fyri báðar partar hevur áhuga at hoyra, hvussu tað verður lagt til rættis og skipað fyri, sigur Nes kommuna.
Á myndini eru báðir borgarstjórarnir, Pauli T. Petersen, borgarstjóri í Vestmanna kommunu og Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu.










