Næstan hundrað norskar kommunur eru so illa fyri fíggjarliga, at tað almenna hevur gjørt av at seta tær undir umsiting og eftirlit.
Dagens Næringsliv skrivar, at hesar kommunurnar sleppa ikki at taka lán uttan góðkenning frá landsmyndugleikunum, og tær sleppa heldur ikki at økja rakstrarútreiðslurnar, uttan at tað almenna játtar tí.
Ein av teimum illa støddu kommununum er Røyken kommuna. Fyri trimum árum síðani seldi kommunan sítt orkuverk og setti peningin í virðisbrøv. Men gongdin hevur ikki verið, sum kommunustýrið væntaði, og hesi trý árini eru virðisbrøvini fallin 33 milliónir krónur í virði. Tey bæði seinastu árini hevur kommunan havt hall á fíggjarætlanini, men tað vilja landsmyndugleikarnir ikki góðtaka, og tí hava teir nú tikið um endan og sett Røyken kommunu undir umsiting.