Kommunur skulu sleppa at rinda til barnafamiljur

Kommunurnar skulu hava størri heimildir at gera av, hvussu fólkið í eini kommunu skal skattast.

Tað heldur Bogi Andreasen, sum í løtuni er tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Nú, hann situr á tingi, hevur han nýtt høvið til at spyrja partamannin, Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, um hann ikki ætlar at geva kommununum størri heimildir at gera av, hvussu borgarin skal skattast.

Í hesum sambandi spyr hann landsstýrismannin í fíggjarmálum, um hann ætlar at broyta lógina so at kommunurnar sleppa at broyta skattafría botnfrádráttin í kommunuskattinum?

Hann spyr eisini um kommunur hava loyvi til at lata broyta barnafrádráttin í kommunuskattinum og heldur gjalda barnafamiljum hann út, heldur enn at hava hann sum ein frádrátt í skattinum.

Men hava kommunurnar ikki loyvi til tað, vil tingmaðurin hava at vita um ætlanin er at broyta lógina so at kommunurnar fáa loyvi til tað.

- Tá ið tað er løgtingið, sum gera av, hvussu stóran frádrátt, skattgjaldarin skal fáa í kommunuskattinum, hava kommunurnar bara sjálvt kommunuskattaprosentið, og barnafrádráttin, at stýra skattinum við.

Men nú er botnfrádrátturin í landsskattinum hækkaður úr 30.000 krónum, upp í 65.000 kronur. Men Bogi Andreasen, sum eisini er býráðslimur í Havn, heldur, at tað er undrunarsamt, at ein løgtingslóg forðar kommununum at broyta teirra botnfrádrátt.

Hann heldur eisini, at sum skipanin er nú við einum barnafrádrátti í skattinum, verður frádrátturin bara ein fastur ósjónligur partur av búskapinum í vanliga húsarhaldinum.

- Verður hesin frádráttur ístaðin latin sum ein stuðul, fer hann mest sannlíkt at verða nýttur til børnini, og ikki sum avdráttur á sethúsaláninum, heldur Bogi Andreasen.