Kommunur skulu hava spillivatnsætlan

Nú skulu kommurnar í holt við eina spillivatnsætlan.

Tað ger Umhvørvisstovan greitt.

Allan kommunur skulun áðrenn 1. januar í 2011 hava góðkenda spillivatnsætlan.

Sambært ásetingunum í nýggju kunngerðini, má spillvatn ikki longur leiðast út í løkir, áir, veitir, vøtn og fjøru.

Spillvatnið skal heldur leiðast í afturlatnum skipanum út í rúman sjógv, har vatnsskiftið er so stórt, at útleiðingin ikki dálkar ella er til ampa.

Ætlanin við spillivatninum er rættiliga umfatandi við tekniskum, fyrisitingarligum og umhvørvisligum innihaldi.

Tí hevur Umhvørvisstovan sent kommunum eitt skriv, har tað verður víst á, at tað er av stórum týdningi at kommunurnar, sum framvegis ikki eru farin undir eina spillivatnsætlan, byrja arbeiðið sum skjótast.

Sambært nýggju kunngerðini skulu spillivatnskipanir verða komnar í rættlag áðrenn 1. januar í 2015.