Kommunurnar vilja ikki yvirtaka eldraøkið, soleiðis sum tað nú er skipað
Tað gera tær átta kommunurnar í Kommunusamskipan Føroya, greitt í eini yvirlýsing, tær hava sent landsstýrinum í dag.
Í yvirlýsingini, sum er samtykt á umstrídda kommunuskeiðnum í Reykjavík í dag, staðfesta kommunurnar, at eldraøkið liggur best hjá kommununum.
Men tær leggja samstundis dent á, at tað er neyðugt, at ávísar fyritreytir eru til staðar, og at nøkur viðurskifti eru avgreidd, tá ið økið verður lagt út.
Millum annað er neyðugt at landið og kommunurnar í felag gera tað lógargrundarlag, sum økið skal virka eftir, aftaná at tað er lagt kommununum at umsita.
Hetta er eitt krav frá kommununum seta fyri at tær kunnu tryggja sær, at lógin ikki forðar kommununum í at loysa uppgávurnar á eldraøkinum skynsamt, fíggjarliga og bygnaðarliga, sum tær siga.
Somuleiðis skal lóggávan tryggja, at kommunurnar hava møguleika til at laga uppgávurnar á eldraøkinum til staðbundin viðurskifti.
Kommunurnar vilja sostatt ikki at yvirtaka eldraøkið, soleiðis sum tað nú er skipað, tí tær vilja hava fullan rætt til at skipa tað av nýggjum, bæði hvat viðvíkur rakstri, innihaldi, bygnaði og hvat starvsfólki viðvíkur.
Kommunurnar eru somuleiðis samdar um, at neyðugar fíggjarligar útgreiningar mugu gerast í sambandi við, at eldraøkið skal leggjast kommununum.
Tær ásanna, at eldraøkið fer at vaksa í vavi og kostnaði í framtíðini, og at økið í framtíðini verður millum størstu avbjóðingunum hjá vælferðarsamfelagnum.
Tí er tað neyðugt, at land og kommunur eru samd um, hvør fíggjartørvurin er í dag, og hvussu útlitini eru fyri, at hann fer at broytast í framtíðini, siga kommurnar.
Teir borgarstjórar, sum hava undirskrivað kravið, eru Heðin Mortensen, í Havn, Magnus Rasmussen í Runavík, Jógvan Skorheim í Klaksvík, Kristin Michelsen á Tvøroyri, Sonni í Horni í Fuglafirði, Dennis Holm í Vági, Brandur Sandoy á Sandi og Jóhan Christiansen í Eysturkommunu










