- Sum støðan er nú, síggi eg ongan møguleikar fyri at øll Suðuroy verður løgd saman til eina kommunu.
Tað sigur Bjarni Hammer, varaborgarstjóri á Tvøroyri. Hann var við pallborðið á Seglloftinum á Tvøroyri, har menningarmøguleikar á Tvøroyri vóru til viðgerar. Hann sigur, at hann slr ikki sjálvbodna kommunusamanlegging fyri sær í Suðuroy, so skal oyygin verða ein kommuna, skal hon tvingast saman við lóg
Bjarni Hammer sigur, at Tvøroyri hevur havt gott samstarv við kommunurnar í norðaru helvt í Suðuroy. Men hann ásannar, at samstarvið ímillum syðru helvt og norðaru helvt, kundi verið betri, tó at nakað av samstarvi er. - Tað er munur á okkum í norðaru helvt og teimum í syðru helvt, tá má eg bara ásanna eftir at hava sitið í býráðnum í hálvtannað ár, sigur hann.
Einaferð varð kommunusamanlegging sett á breddan í Suðuroy, men tað er eingin, sum tosar um hetta longur.
Sjálvur tekur Bjarni Hammer heilhugaður undir við kommunusamanlegging, tí hann heldur, at tað hevði styrkt oynna at staðið saman við einari rødd. Samstundis vísa fólkaatkvøða, at stórur meiriluti av tvørafólki tekur undir við samanlegging,
Hann vísir eisini á, at Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt íløgur fyri 40 milliónir í havnarlagið og í vatnveitingina, og yvir 20 milliónir í fótbóltsvøll við Stórá. Skattgjaldarin á Tvøroyri rindar, men fólkur allari oynni fáa gagn av tí, tí tað koma fólk úr allari oynni á Tvøroyri at arbeiða, men tey rinda skatt í kommununi tey arbeiða. - Tað er gleðiligt, at fólk kunnu koma aðrastaðni higar at arbeiða, men tað skerst ikki burtur, at kommunur aðrastaðni fáa gagn av íløgunum hjá Tvøroyrar Kommunu. Hevði oyggin verið ein kommuna, hevði tað verið ein felags kassi og tað hevði verið ein fyrimunur, heldur hann.
|










