Kommunur hava yvirhálað landið

Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, hevði herfyri ein §52 spurning til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum.

 

Spurningurin var soljóðandi:

Landsstýriskvinnan verður biðin upplýsa Løgtinginum árligu gongdina (í tølum) í botnfrádráttinum í kommunuskattinum seinastu 25 árini saman við árliga álíknaða kommunuskattinum og árliga álíknaða landsskattinum hesi somu ár.

 

Nú hevur landsstýriskvinnan svarað Jenis av Rana.

 

Útrokningar vísa, at tað eru stórar broytingar hendar. Kommunurnar fingu í 1993 42% av innsamlaðar skattinum, meðan tær í dag hava ein nógv størri part: 58%.
Tað er sjálvandi øvugt mynd hjá landinum. Landið fekk 58% av samlaða skattinum í 1993 og 42% í dag.

 

Stóri munurin er hendur í tráð við, at botnfrádrátturin er broyttur, fyrst og fremst hjá landinum. Botnfrádrátturin hjá landinum og kommununi var í 1993 kr. 22.500.
Í dag er botnfrádrátturin hjá landinum kr. 65.000 og hjá kommununum kr. 30.000.

 

Skattainntøkur landsins vórðu í 1993 756 mió. og í 2016 1317 mió.
Kommunurnar fingu í 1993 549 mió., meðan tær í 2016 fingu 1781 mió.