Lítið og einki er likið út um, hvør niðurstøðan í álitinum hjá Kommununevndini verður, men kortini hevur Sosialurin skilt, at ein av niðurstøðunum verður, at Føroyar verða skipaðar í 7-10 kommunur.
Men alt hetta verður greitt, tá nevndin klokkan 10 í morgun úti í Tinganesi fer at handa løgmanni álitið. Samstundis skipar nev ndin fyri tíðindafundi - og løtu seinni ber til hjá lesarum internetssosialsins at lesa samandrátt av niðurstøðuni her á heimasíðu okkara.









