Kalsoy: Norðari partur av Kalsoynni, sum er við í Klaksvíkar kommunu, skal nú eisini hava ein kommunumann.
Staðbundnu nevndirnar fyri Trøllanes og Mikladag mæla til, at ein persónur verður settur í starv hjá Klaksvíkar kommunu, sum skal arbeiða í Kalsoynni.
Tekniska nevnd og Fíggjarnevndin hjá Klaksvíkar kommunu hava havt málið til viðgerðar, og báðar nevndirnar taka undir við uppskotinum.
Málið skuldi fyri á býráðsfundi í Klaksvík týskvøldið, og var málið samtykt har, verður søkt eftir einum fólki til starvið.