Kommunulæknin í Vági loystur úr starvi

Trivnaðarmálaráðið hevur fyribils loyst annan kommunulæknan í Vági úr starvi. Læknin skuldi tann 1. oktober taka við kommunulæknastarvi í Klaksvík, men tað er útsett, meðan ymisk viðurskifti við embætisførsluni í Suðuroy verða kannað

Heilsumál

Annar kommunulæknin i Vági er fyribils loystur úr starvi. Embætisførslan hjá læknanum verður kannað, og setan í kommunulæknastarv í Klaksvík er fyribils útsett, meðan viðurskifti læknans verða viðgjørd, sigur aðalstjórin í Trivnaðarmálaráðnum.
Aibritt á Plógv, aðalstjóri í Trivnaðarmálaráðnum, sigur, at grundin til avgerðina hjá ráðnum er tann umrøðan, sum týsdagin var í Sosialinum av einum ávísum máli, har kommunulæknin í Vági var uppií.
?Eingin beinleiðis klaga um læknan er komin til Trivnaðarmálaráðið, sigur Aibritt á Plógv. Onkur einstakur persónur hevur ringt til okkara, men vil ikki leggja navn til nakra klagu. Men tá málið varð alment gjøgnum fjølmiðlarnar, varð gjørt av at kanna tað, og læknin varð biðin um at fara heim at hvíla seg, teir dagarnar, hon hevur eftir í starvinum í Suðuroy. Hon skuldi annars tann 1. oktober flyta í kommunulæknastarv í Klaksvík.
Aibritt á Plógv sigur, at Trivnaðarmálaráðið hevur verið í samband við læknan, og avtalað er, at læknin skal møta á fundi í Trivnaðarmálaráðnum komandi mánadag, har tosast skal um viðurskiftini.
Trivnaðarmálaráðið er setanarmyndugleiki hjá kommunulæknunum og kann eisini loysa teir úr starvi, meðan landslæknin hevur eftirlitsmyndugleikan.
Aibritt á Plógv sigur, at landslæknin eisini kannar hetta málið í løtuni, og vónar hon, at tann kanningin er liðug til mánadagin, so hon eisini kann verða viðgjørd á fundinum millum læknan og Trivnaðarmálaráðið.
Tað er landslæknin, sum gevur »autorisatión«, t.v.s. góðkennir læknan fakliga, og Trivnaðarmálaráðið kann ikki gera annað enn fylgja honum.
Læknin, sum talan er um, er amerikanari og hevur fingið autorisatión fyri halvt ár í senn. Kravt verður millum annað, at fyri at vera lækni í danska kongaríkinum, skal viðkomandi duga danskt.
Aibritt á Plógv sigur, at hon veit ikki, um hesin læknin dugir danskt. Men hon dugir føroyskt.
Í løtuni er støðan í málinum tann, at Suðuroyar sunnar helvt hevur ongan lækna, tí hin læknin har suðuri er í summarfrí.
Mánadagin skal tann nú fyrrverandi Suðuroyar læknin koma við síni frágreiðing til Trivnaðarmálaráðið, sum so fer at gera av, um norðoyingar fáa ein avloysaralækna afturat frá 1. oktober ella ikki.