Í dag var rættarmálið móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 12 kvinnur, tikið upp aftur í Føroya rætti.
Dómsviðgerðirnar hjá ákæranum, hjásitanum og verjanum skuldu vera mánadagin og týsdagin, men vegna sjúku var tað útsett til í dag.
Í dag slapp so fyrst advokaturin hjá teimum 12 kvinnunum framat at greiða frá endurgjaldskravinum móti manninum, áðrenn ákærin, Linda Margrethe Hesselberg, greiddi dómaranum frá, hvussu hon metti, at málið stendur, hvat tað týdningarmesta er og hvørji atlit skulu takast í málinum.
Fyrrapartin í morgin sleppur so verjin hjá læknanum, Bjørn á Heygum, at greiða dómaranum frá, hvussu hann sær málið og hvat eftir hansara tykki eru avgerðandi lutirnir í málinum.
Tá rættarmálið byrjaði fyri skjótt trimum vikum síðani, legði danski dómarin referatforboð niður. Tað verður fyrst og fremst gjørt fyri at verja tey órættaðu í einum rættarmáli. Hetta merkir, at fólk sleppa at vera til staðar í rættarsalinum, men at ikki er loyvt at endurgeva nakað úr rættarsalinum.
Dómarin, Louise Rask Havegård, segði í stuttari viðmerking eftir rættarfundin í dag, at dómur væntandi fellur hósdagin.