Kommunulæknatrot: Havnin dragnar afturúr

Fleiri túsund havnarborgarar hava seinastu mánaðirnar mist sín kommunulækna

Í summar varpaði Vikuskiftis-Sosialurin ljós á stóra trotið á kommunulæknum kring landið, og kundi tá avdúka, at 19.998 borgarar ikki høvdu ein fasta kommunulækna. Í blaðnum verður víst á, at støðan er munandi betri kring landið í dag, men í høvuðsstaðnum er søgan ein heilt onnur.


- Sostatt eru tað 8.239 havnarborgarar, sum í løtuni verða móttikin av skiftandi avloysarum, tá tey søkja sær hjálp hjá kommunulækna. Síðan í summar eru tað sostatt 3.120 fleiri havnarborgarar, ið antin ikki hava ein fastan kommunulækna ella hava ein lækna, ið er í farloyvi, ber m.a. til at lesa í blaðnum í dag.


Men meðan færri fastir kommunulæknar eru í Suðurstreymi, so hevur tað seinastu mánaðirnar eydnast at manna allar viðtalur í trimum læknadømum. Í summar var einki læknadømi, ið var fult mannað.


Til ber at lesa meira um støðuna í Vikuskiftis-Sosialurin, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.