Kommunulæknaskipanin nútímansgerast

Nú verður sjøtul settur á arbeiðið at endurskoða og betra kommunulæknaskipanina Tað eru landsstýrismaðurin í heilsumálum og Kommunulæknafelagið í felag, sum hava tikið stig til at nútímansgera kommunulæknaskipanina, so hon kann lofta teimum avbjóðingum sum skipanin stendur yvirfyri í dag. Tað siga partarnir í tíðindaskrivi.

Endamálið er at gera eina nýggja kommunulæknaskipan, sum er smidlig, samtíðarhóskandi og støðugt kann laga seg til tørvin á heilsuveitingum og avbjóðingum á økinum sum heild.

Tann mest sjónligi trupulleikin í kommunulæknaskipanini í dag er trotið á kommunulæknar í ymsum pørtum av landinum og harav lækkandi tænastustøði. Eisini er ein røð av smærri og størri vansum í skipanini sum merkja, at borgarin ikki altíð fær eina nøktandi tænastu.

Hetta kemst av, at hóast samfelagið er broytt grundleggjandi síðani kommunulæknaskipanin kom í gildi fyrst í farnu øld, eru bert smávegis broytingar gjørdar í skipanini øll hesi ár. Sum ein avleiðing av hesum, er galdandi skipan als ikki tíðarhóskandi longur.

Ein verkætlanarbólkur við umboðum fyri Heilsumálaráðið og Kommunulæknafelagið er settur at gera eitt uppskot til nýggja kommunulæknaskipan. Arbeiðið verður gjørt í tøttum samstarvi við avvarandi ráð og feløg og skal vera liðugt 1. juli í 2009, verður sagt.