Neyðugt verður við grundleggjandi broytingum í kommunulæknaskipanini, um hon ikki skal detta sundur, sigur løgmaður. Í ólavsøkurøðuni gjørdi løgmaður greitt, at stórar avbjóðingar eru í kommunulæknaskipanini, og neyðugt verður við broytingum, um skipanin ikki skal detta sundur.
- Í løtuni eru bert 18 av 32 kommunulæknastørvum sett. Harafturat er helvtin av kommunulæknunum, sum eru í starvi, oman fyri 60 ár, segði Kaj Leo Johannesen.
- Umskipanin merkir, at farið verður burtur frá gomlu læknadømunum til færri heilsuøki, har kommunulæknarnir verða savnaðir í størri eindir. Aðrir heilsufakligir starvsbólkar verða knýttir at, so fyribyrgjandi virksemi og viðgerð av fólki við kroniskum sjúkum verður styrkt, segði hann.