Kommunulæknafelag Føroya boðar í skrivi í dag frá, at í einum møguligum verkfalli fara kommunulæknarnir at taka sær av borgarum, sum hava tørv á bráðfeingishjálp.
Felagið vísir á, at tey eru bundin at læknalyftinum og tað ætla tey sær at yvirhalda.
- Í sáttmálaloysi eru vit ikki lógarmessiga bundin av at bjóða eina bráðfeingistilbúgving. Vit eru bundin av læknalyftinum, og tað vilja vit yvirhalda. Sostatt fara vit at hjálpa borgarum, sum hava tørv á bráðfeingishjálp undir einum verkfalli, skrivar felagið í fráboðanini.
Felagið boðar eisini frá, at tey dagliga ætla at eftirmeta tørvin og planleggja arbeiði eftir hesum.










