Kommunulæknamálið: Í dag siga kvinnurnar sína søgu

Í dag er seinasti rættarfundur í kommunulæknamálinum á hesum sinni.

Í dag er síðsti rættardagur í hesum umfari í sakarmálinum móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á níggju kvinnur.

 

Í dag eru tað kvinnurnar, sum skulu greiða Eystara Landsrætti frá, hvussu tær upplivdu viðtalurnar hjá kommunulæknanum. Í átta førum er talan um undirlívskanningar og í einum føri um bróstakanning.

 

Tá rættarfundurin byrjaði í dag, bað sakførarin hjá kvinnunum um, at frágreiðingarnar hjá teimum vóru hildnar fyri afturlatnum hurðum. Tað vil siga, at eingi óviðkomandi eru til staðar, tá frágreiðingarnar verða givnar.

 

Sakførarin metti, at hetta var best fyri at kvinnurnar skuldu føla seg tryggar í rættarsalinum og kunna geva eina fulla og nágreiniliga frágreiðing um hvat hendi, tá tær vóru í viðtalu hjá kommunulæknanum, og hesum vóru ákærin og dómararnir samdir í.

 

Ein av kvinnunum gav tó loyvi til, at onnur kundu vera til staðar undir sínari frágreiðing. Hendan kvinnan ákærir læknan fyri at hava gjørt seg inn á seg í 2010 í samband við eina undirlívskanning.

 

Kvinnan ákærir kommunulæknan fyri at hava nýtt ein vattpinn at reinsa klitoris í minst 10 minuttir, hóast tað var óneyðugt. Hon segði, at hon mangan hevði verið til undirlívskanning fyrr, men at eingin lækni hevði nakrantíð nortið við klitoris áður.

- Tað føldist sum ein maður, sum roynir at kela eini kvinnu og ikki sum ein læknaviðtala, greiddi kvinnan frá. Hon greiddi frá, at hetta vardi so leingi, at húðin varð skavað av klitoris.

 

Kommunulæknin sigur, at hann minnist ikki, um hann nýtti nakran vattpinn, men at um hann hevur, so hevur tað einans verið fyri at reinsa eitt sindur. Hann segði, at hann hevði vaskað kvinnuni við klútum, tí hann mátti sóttreinsa økið, áðrenn spiralurin skuldi setast inn. Kvinnan noktaði tó fyri, at hon varð blivin vaskað.

 

Seinni um kvøldið verður kvinnan innløgd á Landssjúkrahúsið við sterkari pínu í undirlívinum og spiralurin verður tikin úr henni aftur.

 

Hetta er eitt dømi úr rúgvuni, sum kommunulæknin er ákærdur fyri. Hann er í fleiri førum ákærdur fyri at hava nortið við klitoris hjá kvinnunum, nakað, sum aðrir læknar siga er bæði óvanligt og óneyðugt.

 

Tað gingu fýra ár, áðrenn kvinnan meldaði málið. Hon búði í Danmark, tá hon hoyrdi, at ein kommunulækni var ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á nakrar kvinnur. Hon greiddi í rættinum frá, at hon beinanvegin kendi á sær, at hetta var kommunulæknin, sum hevði kannað hana fýra ár frammanundan. Tá valdi hon at seta seg í samband við løgregluna í Føroyum.

 

Í dag er sum sagt seinasti rættardagur her í Føroyum. Nú mangla endaligu framløgurnar hjá sakførarunum, men tær vera væntandi ikki fyrr enn fyrst í komandi ári.