- Galdandi sáttmálar eru aggandi gamlir. Vit eru afturúrsigld, og nú vilja vit hava dagførd viðurskifti, sigur formaðurin í Kommunulæknafelag Føroya, Marjus Dam.
Kommunulæknafelagið í Føroyum hevur tveir sáttmálar. Annar er frá 2006 og hin frá 2008. Harafturat er ein ískoytissáttmáli, sum varð gjørdur við heilsumálaráðið í 2010. Sáttmálarnir eru sagdir upp at fara úr gildi 1. mai.
Í Danmark hava kommunulæknarnir fingið fleiri nýggjar sáttmálar hesi árini, og fyrsta januar í ár kom aftur nýggjur sáttmáli í gildi fyri kommunulæknar í Danmark. Føroyska kommunulæknafelagið ætlar at laga nýggjasta danska sáttmálan til føroysk viðurskifti.
Formaðurin í kommunulæknafelagnum, Marjus Dam, vísir á, at skal tað eydnast at fáa føroyskar læknar at útbúgva seg til kommunulækna og at støðast í kommunulæknastarvinum, so er alneyðugt, at arbeiðstreytirnar verða eins góðar og í grannalondunum.
- Peningur skal setast av til at útbúgva kommunulæknar. Og tá teir eru lidnir, skulu teir hava so góðar og støðugar arbeiðsumstøður, at teir tíma at verða verandi her, sigur Marjus Dam.
Hann sigur, at sum støðan er, eru kommunulæknarnir undirmannaðir og overvaðir. Í løtuni eru umleið 20 fastir kommunulæknar í Føroyum. Harafturat eru nógvir avloysarar. Sambært formanninum í kommunulæknafelagnum skulu tað helst vera 34 kommunulæknar í føstum starvi, um samanhangurin í viðgerðini skal verða nøktandi.
- Tað eru nógv onnur tilboð úr øðrum londum við nógv betri treytum enn her. Tað nyttar einki at bjóða kommunulæknum í Føroyum verri treytir enn aðrastaðni. Vit mugu hava rímiligar og støðugar arbeiðsumstøður, sigur Marjus Dam.
Hann sigur, at øll nevndin í kommunulæknafelagnum og allir kommunulæknarnir í føstum starvi í Føroyum vóru samd um at siga upp sáttmálarnar.
- Teir vórðu uppsagdur við tí í hyggju at fáa glið á samráðingarnar og hava eitt evstamark at halda okkum til, so tað ikki bara verður hálað út, sigur hann.
Hann sigur seg vóna, at tað fer at bera til at fáa sáttmálaviðurskiftini upp á pláss, tí kommunulæknarnir vilja so avgjørt ikki út í eitt verkfall. Men nú vilja vit hava nøktandi sáttmálaviðurskifti, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelag Føroya.
Samráðingarfundir hava verið millum partarnar, og samráðingar verða væntandi aftur umleið hálvan februar.










