Kommunulækna-málið er útsett

Rættarmálið móti kommunulæknanum, sum er ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á 12 kvinnur í samband við undirlívskanningar, skuldi byrja aftur í morgun, men er nú útsett.

 

Upprunaliga var ætlanin, at ákærin og verjin skuldu hava sínar endaligu viðmerkingar til málið í dag og í morgin, men vegna sjúku er rættarfundurin í dag avlýstur. 

 

Seinni í dag fæst at vita, um rættarfundurin verður settur í morgin, sum ætlað, ella um málið má setast á skrá aftur seinni.